Skrá fyri aðalfundin

21. mars hevur Alzheimerfelagið aðalfund.

Í tí sambandi verða eisini tveir áhugaverdir fyrilestrar á skrá um samstarv við avvarðandi.

Unn Justinussen, leiðari í Demenstænastuni í Roðanum, fer at greiða frá, hvussu tey í Demenstænastuni arbeiða við samstarvi við avvarðandi.

Mirjam Johannesen, leiðari í dagstovninum Sólareygað og avvarðandi, greiðir frá, hví hon heldur, at gott samstarv við avvarðandi er týdningarmikið, og hvønn leiklut leiðsla hevur í samband við at skapa eina mentan, ið stuðlar undir hesum og góðum trivnaði.

Stað: hølini hjá Starvsfelagnum

J. H. Schrøtersgøta 9

Skrá:

Kl. 19.00: Aðalfundur felagsins

Kl. 19.45: Tónleikur og kaffi

Kl. 20.00: Fyrilestrar

Unn Justinussen, leiðari í Demenstænastuni í Roðanum: Avvarðandisamstarv í Roðanum

Mirjam Johannesen, leiðari í dagstovninum Sólareygað: Hvønn týdning hevur leiðsla í at skapa gott samstarv við avvarðandi og trivnað?

Kvøldið endar um kl. 21.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin