Nýggir avvarðandibólkar byrja í mars

Ert tú avvarðandi til fólk við demensi, so ert tú hjartaliga vælkomin til at tekna teg til avvarðandibólk hjá Alzheimerfelagnum.

Aftur í ár verður nevniliga skipað fyri avvarðandibólkum, ið byrja 7. mars. Talan er um hjálp til sjálvhjálp og ikki eitt viðgerðartilboð, men okkara royndir vísa, at tað kann vera gott og ein hjálp at tosa og deila vitan við onnur, ið kenna til støðuna sum avvarðandi.

Fakfólk innan demensøkið standa fyri og skipa kvøldini.

Hvørja ferð er eitt upplegg um eitt relevant evni, og síðani kunnu tit seta spurningar, deila vitan og práta um tað at verða avvarðandi og avbjóðingar, ið standast, tá demenssjúka rakar.

Skrá fyri várið 2024:

7. mars kl. 19.00:

Um demenssjúkur, útgreinan, viðgerð, umsorgan og røkt.

3. apríl kl. 19.00:

”At vera avvarðandi hjá fólki við demenssjúku”

2. mai kl. 19.00:

Avvarðandi siga sína søgu sum avvarðandi.

23. mai kl. 19.00:

Familjufyrisitingin: Kunning um verjumál og framtíðarfullmakt.

So verður summarsteðgur til einaferð í august, nærri kunning kemur seinni.

Vit hittast fyrstu ferð í hølunum hjá Alzheimerfelagnum, Íslandsvegur 10c í Havn (í Megd-húsinum). Eftir ætlan verður skipað fyri bólkum fyri makum, børnum, systkjum og øðrum. Gongst sum ætlað, verða bólkar í Havn og í Klaksvík.

Tilmelding umvegis teldupostadressu: alzheimer@alzheimer.fo innan 1. mars 2024.

Viðmerk um tú ert maki, barn ella annað at fólki við demenssjúku, og hvar í landinum tú býrt. Kostnaður 250 kr.

Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til okkara á alzheimer@alzheimer.fo ella ringja til 788012.