Konsert á Eiði leygarkvøldið 18. november.

Fløgan “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” var serliga ætlað fólki við demens. Men síðani hon kom út í desember í fjør, er fløgan vorðin væl dámd millum barnafamiljur, í barnagørðum og millum útisetar. Somuleiðis verður fløgan brúkt í undirvísing til borgarar, ið ikki hava føroyskt sum teirra móðurmál.
Á fløguni eru 17 sera vælkendir føroyskir sangir í nýggjum búna, har øll fáa sungið við.

Leygarkvøldið 18. november kl. 20.00 verður eitt slag av útgávukonsert í Kolshøll á Eiði, har Marjun Wolles og Hans Olivur Joensen framføra sangir av fløguni “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” umframt aðrar vælkendar føroyskar sangir.

Atgongumerki á kr 150,- fáast á https://marjunwolles.com/collections/konsert.

Limir í Alzheimersfelagnum kunnu fáa avsláttur við at skriva eina kotu, tá atgongumerkið verður keypt á heimasíðuni. Kotan fæst við at venda sær til Alzheimerfelagið á tel. 78 80 12 ella við at skriva til alzheimer@alzheimer.fo

Tilboð
Nøkur tilboð verða í samband við konsertina, ið fáast á heimasíðuni www.marjunwolles.com og á staðnum:

Tilboð 1:
Atgongumerki + 1 stk. “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” fyri einans 350,-

Tilboð 2:
Atgongumerki + geymi “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” fyri einans 250,-

Tilboð 3:
Fløgan “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” einans 200,- vanligur prísur 330,-

Tilboð 4:
Geymin “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei” einans 100,- vanligur prísur 150,-