Eitt sindur um ein sang

Tað byrjaði við tankanum: um eg ein dag missi minnið.

Eftir at hava upplivað pápa mín so líðandi hvørva inn í annan heim, har eg ikki slapp við, og har hann misti førleikan at seta orð á, vildi eg royna at lýsa, hvat eg kundi hugsað mær, at onnur minna meg á, um eg sjálv ein dag missi minnið – ja, alt tað, ið hevur týdning fyri meg.

Eg legði hesa hugleiðing út á Facebook fyrst í september 2022, og út frá teim mongu afturmeldingunum var eyðsýnt, at nógv kendu seg aftur. Hugleiðingin varð skrivað í ørindum og hevði kanska okkurt, sum kallaði á ein sang. Eg eri ikki sangskrivari, spæli ikki ljóðføri, men syngi nógv í kóri. Útgangsstøðið var tí røddin; at gera ein einfaldan vísukendan sang, sum øll kunnu syngja. Um jólini fekk eg elsta sonin og mannin, sum spæla guitar og klaver, at niðurskriva tær akkordir, sum eg uppi í høvdinum hoyrdi fyri mær í lagnum.

Í jólagávu frá Niclas bróður og Lenu ynskti eg mær tí ein dag í studio saman við honum (snilt, ha?). Í juni ’23 segði eg við Niclas, at eg kundi hugsað mær, at sangurin kom út 21. september, á Altjóða Alzheimerdegnum. Vit hittust at tosa um stemning, form, ljóðføri, longd, tónalegu…og her var tað, at ein sopran brádliga gjørdist alt! Stóra avbjóðingin hjá mær og bróður var at fáa kórið úr sangaranum! Tað gjørdist mær greitt, hvussu ymiskar hesar disciplinir eru, at syngja í kóri og syngja einræddaðan sang og fortelja eina søgu við røddini, í mikrofon.

“Ímynda tær, at tú situr yvirav einum persóni og fortelur hesa søguna fyri viðkomandi” segði bróður, og tað havi eg so roynt at gera, og roynt at dempa kórsangaran. Eg legði rødd til upptøkurnar eitt fríggjakvøld um midnáttarleitið eftir eina viku undir stórum trýsti bæði so og so, men eg fái ongantíð at vita, um eg kundi hava gjørt tað betur. Soleiðis er tað, og ein lærir seg at sleppa takinum á tí, ein einki kontrol hevur á!

Eg eri so takksom fyri Niclas (sum ikki er á Facebook) og elski mín dugnaliga og til-fingraspíðsarnar musikalska bróður, sum hevur lagt alt til rættis; ljóðførini, útsetingarnar til kórrøddirnar og strúkararnar, umframt tikið upp og spælt inn fleiri ljóðføri. Og takksom fyri mannin, Bernhardur Wilkinson, sum legði alt frá sær seint á kvøldið, fyri at niðurskriva nótarnar til strúkararnar. Takk til Lena Anderssen at fjálga um.


Og so er tað
Finnur Hansen…hvussu kann ein lýsa hann annað enn, at hann er ein fullkomin samanrenning millum tónleik og intelligens, og so er hann altíð til staðar sum menniskja! Hann spælir fleiri leiklutir í hesi útgávuni. Og hasar lyrisku klaverstrofurnar Finnur ein valla aðrastanis!

Stóra takk til tónleikararnar Eydun Johannesen, Angelika Hansen og Tóri Restorff Jacobsen fyri at mála so tónlistarliga vøkur strok á ljóðmyndina.

Takk til dugnaliga fotografin Eva Nielsen, sum setti ein heilan dag av til mín fyri at fáa eina permumynd, sum eg haldi lýsir so væl huglagið í sanginum og samstundis er opin fyri tulkingum. Og Petur Hansen at stroya sítt grafiska gulldust á tað heila!

TUTL Plátufelagið – TUTL Records hevur givið út, takk fyri tað, og ein serliga stór tøkk til The-one-and-only Dania O. Tausen fyri gott samskifti og virðismikla hjálp.

Orð/lag: Urd Johannesen
Ltr. Niclas Johannesen
Sang og kór: Urd Johannesen
Gittar, mandolin og bouzouki: Niclas Johannesen
Kontrabass: Eyðun Johannesen
Klaver og tangentar: Finnur Hansen
Sello: Tóri Restorff Jacobsen
Violin og bratsj: Angelika Hansen
Miks og master: Finnur Hansen

Um eg ein dag missi minnið,
og havi gloymt, hvør eg eri,
kanst tú koma at vitja,
og siga mær mítt navn
– siga mær mítt navn

og hvør, ið átti meg
– hvør, ið átti meg

Um eg ein dag missi minnið,
lova mær at tú sigur,
at børn míni eru elskað,
og ein góður vinur
-ein góður vinur

bað teg heilsa mær
– bað teg heilsa mær

Um eg ein dag missi minnið,
kanst tú meg áminna,
at eg elskaði litir, 
blómur og fuglasang 
-blómur og fuglasang

og túrar upp á fjall 
– túrar upp á fjall

Um eg ein dag missi minnið, 
fortel eina góða, fleiri ferðir,- 
fá meg bara at flenna,- 
mest at mær sjálvari!

Um eg ein dag missi minnið, 
kýn mær, tak mína hond, og 
bjóða mær upp at dansa, 
ger meg til menniskja 
– ger meg til menniskja

og meira húð enn beinagrind 
– húð enn beinagrind

Um eg ein dag missi minnið, 
syng mær ein sang eg kendi, 
áðrenn eg hvarv inn í tóman, 
so rødd mín aftur fær 
– rødd mín aftur fær

samband við sálina
– samband við sálina

Um eg mist havi minnið, 
kanst tú minnast til, at 
eg jú varðhugan hevði, 
at eg gloyma fór, 
– eg gloyma fór og

bað teg vitja meðan, 
eg visti, hvør tú var