
Á Altjóða Alzheimerdegnum, 21. september 2023, hevði Alzheimerfelagið stórt tiltak í Løkshøll. Tiltakið var tikið upp á band, og til ber nú at lurta eftir áhugaverdu uppleggunum. Tú finnur ljóðfílurnar longri niðri á síðuni.
Yvirskriftin fyri tiltakið var:
Hvussu skapa vit eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi trívast?
Við hesi yvirskriftini, og støði í avvarðandi og teirra royndum og perspektivi, vildi Alzheimerfelagið seta spurningin: ”Hvussu kunnu vit skapa eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi hava eitt so gott, so virðiligt og so virkið lív sum til ber?”
Spurningurin varð lýstur fjølbroytt við góðum og áhugaverdum uppleggum.
Skráin fyri kvøldið var:
- Vælkomin: Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagið beyð vælkomin. Hon greiddi eisini frá nýggju verkætlanini hjá felagnum “Minnisbonkur”, og nýggja heimasíðan hjá Alzheimerfelagnum varð kunngjørd.
- “Hvussu uppliva avvarðandi gerandisdagin við demens?” Barbara Egilstrøð, ph.d. og granskari.
- “Hvussu er tað at liva við demenssjúku, og hvørji hjálp er tørvur á, fyri at kunna hava ein góðan gerandisdag?” Lív Mikkelsen nevndarlimur í Alzheimerfelagnum prátaði við avvarðandi.
Kaffisteðgur
- “Hvørji tilboð eru til fólk við demens og teirra avvarðandi í Føroyum, og hvat manglar?” Unn Justinussen nevndarlimur í Alzheimerfelagnum og leiðari fyri Demenstænastuni í Roðanum
- Pallborðskjak: “Hvussu kunnu kommunur og land stuðla undir einum góðum lívi við demens?” Orðaskifti millum umboð fyri land og kommunur, leiðslur á demensøkinum og serfrøðingar.
Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
Ljóðfíla: øll upplegg:








