Nýggj gransking varpar ljós á samanhang av øktum tørvi á læknavitjan hjá yngri fólki, væl áðrenn staðfesting av Alzheimer sjúku, sum byrjar tíðliga.

Nýggj donsk gransking av persónum yngri enn 65 ár við Alzheimer bendir á, at sjúkan mennir seg í nógv ár innan fyrstu kognitivu sjúkutekini vísa seg. Tað er Nationalt Videnscenter for Demens og Center for Registerforskning, sum hevur staðið fyri granskingini, sum eisini vísa á væntandi gransking í Alzheimersjúku hjá hesum aldursbólki.  

Kanningin vísur tekin um eitt økt viðbrekni, bæði sálarliga og likamliga, upp til 10 ár áðrenn sjúkan verður staðfest.
Kanningin lýsir økta tørvin á heilsutænastum, sum vísa seg tíðliga hjá persónum, sum fáa staðfest Alzheimer sjúku áðrenn tey eru 65 ár, eisini kallað “Alzheimer, sum byrjar tíðliga”, (Young onset Alzheimer´s disease).

Kanningin vísur, at persónar, sum fáa staðfest Alzheimer sjúku, fara oftari til lækna enn frískir kontrolpersónar, byrjandi longu 10 ár innan diagnosan verður staðfest. Á sama hátt økist talið av sambandi við sjúkrahús, serliga á psykiatriskum deildum, stutt áðrenn diagnosa verður staðfest.
Úrslitið av kanningini veitir týðandi vitan í arbeiðinum at eyðmerkja og stuðla fólki skjótt í teirra sjúkugongd, við Alzheimer, sum byrjar tíðliga.
Les meira um nýggju kanningina og finn slóð til vísindaligu greinina her.

Ein nýggjari norsk kanning frá 2021 vísir, at tað gongur í miðal næstan hálvt fjórða ár, frá tí at persónurin fær sjúkutekin uppá demens, til tey fara til læknan fyri tað, og at tað gongur hálvt sætta ár til diagnosan verður sett. Drúgva tilgongdin er ikki fremjandi fyri sjúkugongdina, og vísir tørvin á betri og skjótari útgreining, fyri at seta diagnosuna rættstundis hjá hesum sjúklingabólki.   

Ein rættstundis diagnosa gevur øktan møguleika fyri at bjóða tí sjúkurakta og avvarðandi skjótari og betri viðgerð og umsorgan, hjálp við at leggja ætlanir um framtíð, arbeiðslív, familjulív og so framvegis.

Les meira um kanningina og finn slóð til vísindaligu greinina: her

Í granskingarhøpi verður serliga arbeitt við at fáa til vega vitan, sum kann hjálpa við skjótari diagnostisering av Alzheimer sjúku. Hóast økta tørvin á læknavitjan hjá persónum, ið seinni fáa staðfest Alzheimer, sum byrjar tíðliga, hevur tað ikki verið eitt tekin, sum læknaheimurin hevur verið varugur við. Hetta er nýggj vitan, sum vónandi kann stuðla undir, at fólk við Alzheimer, sum byrjar tíðliga, verða útgreinað skjótari, og fáa staðfest sjúkuna munandi fyrr enn tey gera nú.
Aftaná 17 ár uttan stórvegis broyting í viðgerð við heilivági, er heilivágur nú ávegis, sum kann seinka sjúkugongdina. Nýggju sløgini av heilivági kunnu tó ikki lekja ella steðga sjúkuni, men tey kunnu minka um ferðina á sjúkuni, soleiðis at sjúkan ikki versnar eins skjótt. Av tí at virknaðurin er størstur, um heilivágurin verður givin tíðliga í sjúkugongdini, hevur tað alstóran týdning, at sjúkan verður staðfest skjótast møguligt hjá fólki við Alzheimer, sum byrjar tíðliga.
Les meira um nýggja heilivágin her.

Av øllum demenssjúkum stava nógv teir flestu tilburðirnir frá Alzheimer sjúku. Í Danmark fáa áleið 8600 sjúklingar árliga staðfest eina demenssjúku, harav 3400 fáa diagnosuna Alzheimer.  
Á hvørjum ári, tá Altjóða Alzheimers dagur er tann 21. september, verður The World Alzheimers Report almannakunngjørd.  Í ár var evnið “Never to early, never too late”, sum handlar um at minka vandan fyri at fáa demens. Finn rapportina her.
Les meira um, hvussu til ber at minka um vandan fyri at fáa demens her.  

Fá meiri vitan um Alzheimer sjúku, eitt nú vandatáttir, ættarbregði og viðgerð við heilivági her.