Læruríkir skeiðsdagar við Dr. Al Power og Jessicu Luh Kim

Alzheimerfelagið takkar øllum starvsfólkum, leiðarum og øðrum áhugaðum fyri góðu undirtøkuna og virknu luttøkuna á skeiðsdøgunum 9. og 10. oktober við Al Power og Jessicu Luh Kim.

Á skeiðnum var greitt frá, hvussu ein ov trong og einstáttað áskoðan á fólk, sum liva við demenssjúkum, kann vera skaðilig, og hvussu ein trivnaðartilgongd, ella sokallað “Well-Being Approach”, ið eisini stuðlar undir lívsdygdina, kann lætta um gerandisdagin og lívið hjá fólki við demensi og teirra avvarðandi.

Nýggj allýsing
Al Power hevur orðað eina nýggja allýsing av demensi við støði í einum ikki-medisinskum sjónarhorni:

“Demensur er ein broyting í mátanum,
menniskjað við demensi upplivir
verðina rundan um seg”

Dr. Al Power

Heilivágur
Heilivágur av ymsum slagi varð umrøddur, serliga tann sonevndi antipsykotiski heilivágurin. Greitt var frá, hví  hesin heilivágur út frá tí bio-medisinsku vitanini, einans í heilt fáum førum er skilagóður at geva fólki við demenssjúku. Eisini vóru onnur sløg av heilivági umrøtt, og í tí sambandi, hvat serliga var umráðandi at halda eyga við hjá fólki, sum hava demens.

Eden Alternative
Al Power er útbúgvin Eden-undirvísari; tað er ein serlig hugsjón og tilgongd innan demens. Eden-hugsjónin varð verksett á fleiri ellis- og røktarheimum í Føroyum í byrjanini av 2000, men er tíverri dottin niðurfyri aftur. Tað er eisini Eden-bólkinum fyri at takka, at vit kundu bjóða so nógvum starvsfólkum og leiðarum í Føroyum til hetta skeiðið.

Fyrra skeiðsdagin, tann 9. oktober, vóru Margaret Johannesen og Sofus Joensen heiðrað fyri teirra ótroyttiliga og trúgva arbeiði innan demensøkið í Føroyum. Sofus var heiðraður fyri arbeiðið sum psykiatari á demensklinikkini í mong ár, umframt sum nevndarlimur í Alzheimerfelagnum, og Margaret sum útbúgvin Eden-undirvísari og drívmegi innan undirvísing og útbúgving av starvsfólki innan demensøkið í øllum landinum.
Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimernevndini, bar fram takkarrøðu, og Sigrún Mohr, grundari av Alzheimerfelagnum, handaði teimum eina takkagávu.

Stigmatisering og mytur
Nógvar mytur eru um fólk við demenssjúkum, og hvat tey eru før fyri. Jessica gjørdi allar myturnar til skammar og vísti á, at fólk við demensi bæði eru før fyri at taka avgerðir, at læra og at mennast. Tað snýr seg í stóran mun um, at tey, sum eru um fólk við demenssjúku, læra seg at skilja broytta háttin hjá fólki við demens at samskifta og læra.

Eitt rørandi videobrot varð víst, har ein starvsfelagi hjá Al Power, sum livir við Alzheimer, vísti á orðingar, ið ofta verða nýttar um demenssjúk.  Eitt nú “tað langa farvæl”, ella at fólk við demensi doyggja tvær ferðir: fyrru ferð sum ein sjálvur og aðru ferð sum onkur annar, ið eingin kennir. Somuleiðis orðingar sum at “fjara burtur” og enda tóm.
Víst var á, at slíkar orðingar eru óhepnar, og tæna ikki teimum við demenssjúku. Sansirnir hjá fólki við demens skerpast, og tey uppliva, hvussu atburðurin hjá øðrum broytist, bæði likamliga og munnliga, og prógvar hesa fatan.
Fólk við demenssjúku “fána ikki burtur”, men teirra fatan av umheiminum broytist, og teirra evni at uppfata og samskifta broytast. Heldur enn at síggja demens sum eina deyðiliga sjúku, skulu vit síggja demens sum eitt lív við broyttum fortreytum, sigur hann eisini.

Atburður
Ofta er fokus á atburð hjá fólki, sum liva við demensi. Al Power legði dent á, at tað er ov lætt bara at geva demenssjúkuni skuldina fyri ávísan “truplan” atburð, sum enntá hevur fingið eitt heiti, ið fakfólk nevna BPSD. Eitt dømi um hetta var ein við demenssjúku, sum setir seg ímóti at verða koyrdur undir brúsu av fólki, ein ikki kennir. Tað hevði ein og hvør annar óivað eisini gjørt.

Víst var á, at atburðurin skal síggjast sum ein natúrlig reaktión upp á eina ónatúrliga støðu, og nevnt var, hvussu ymiskt hetta verður fatað, alt eftir hvørt ein er raktur av demenssjúku ella ikki. Eitt nú um ein demensraktur persónur ikki vil vera læstur inni, ella ikki ynskir at fremmand fólk røra við ein, so verður tað fatað, sum at viðkomandi er óður, áleypandi ella uppfarandi. Men um sami atburður lýsir ein persónur, sum ikki hevur demens, verður tað skilt, sum at viðkomandi ikki dámar læstar dyr ella at fremmand fólk koma einum ov nær.

Nágreinað var, hvussu tilgongdin hjá Al Power kann nýtast í praksis, og hvussu ein kann nema sær betri førleikar til at skilja og samskifta við fólk, sum hava demens.

Siðbundin hugsan
Okkara siðbundna hugsan varð bjóðað av á hugvekjandi hátt. Tað er neyðugt bæði við einari bio-medisinskari áskoðan og tí ikki-medisinsku áskoðanini. Tað ræður um, at hava røttu javnvágina millum hesar báðar tilgongdirnar, tí okkara fatan av demensi hevur alstóran týdning fyri lívsdygdina og trivnaðin hjá teimum, sum liva við demensjúku.

Skeiðið gav okkum íblástur og nakað at hugsa um. Vónandi ruskaði tað eisini í okkara siðbundnu vanahugsan og kveikti ein nýggjan hugsunarhátt og hugburð, soleiðis at okkara fatan av demensi broytist til frama fyri tey, sum liva við demensi og teirra avvarðandi.