Familjan hevur høvuðsábyrgdina

Tá vit vilja gera demensvinarligt samfelag, skulu vit hava kjarnutilfeingi í fokus – nevnliga familjuna.

Er politiskt ynski um at hjálpa borgarum og familjum raktar av demenssjúkum, so er av stórum týdningi at stuðla familjuni hjá tí demensrakta. Tað er alneyðugt, at skapa nakrar rammur, sum taka hond um familjurnar.

Tá demenssjúka rakar broytist alt lívið, bæði hjá tí rakta og hjá nærmastu avvarðandi. Í dag er familjan kjarnutilfeingið, sum fær tilveruna hjá borgarum við demens at hanga saman. Tað er familjan, sum skipar øll praktisk viðurskiftir í gerandisdegnum, og tekur hond um borgaran. Uppgávan gerst við tíðindi so krevjandi, at ein avleiðing er, at sambandið við umhvørvið verður skert, og familjan gerst einsamøll, tí tað er torført at virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Skerdir førleikar
Demens er ein heilasjúka, ið ber við sær, at kropsligir, sálarligir og sosialir førleikar verða ávirkaðir og versna. Tann, ið livir við sjúkuni, hevur tí ringt við at klára seg í samfelagnum, á sama hátt sum onnur.

Sjúkan viðførir, at tað er torført at halda skil á klokkutíð, skipa seg í gerandisdegnum og fremja gerandisuppgávur. Tað er avbjóðandi at vera sosialur, tí vanliga samveran fyrigongur við eini ferð, sum er ring at fylgja.

Tí ávirkar demenssjúka ikki bara tann, ið verður raktur, men alla familjuna, sum verður skerd, og fyri tað mesta livir fyri seg sjálvan. Ikki tí, at tey ynskja tað, men tí tað er torført at virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Tað snýr seg ikki um at stremba eftir, at persónar raktir av demens aftur kunnu virka á sama støði sum áður, men at vit skapa nakrar rammur, har familjurnar kunnu virka og liva, eisini tá tey gerast fastur partur av heilsuskipanini.

Skipa vit ikki demensumhvørvið á ein demensvinarligan hátt, verða tey avvarðandi framvegis eins hart rakt, og vandi er fyri at tey hokna av stóru ábyrgdini.

Raðfesting fyri at fremja demensvinarligar rammur
Um vit vilja raðfesta demens og gera demensvinarligar rammur, so er umráðandi, at:

• Raðfesta ein demens- og vitanardepil

• Samla demenstilboð og demensdeplar fyri seg sjálvar, tí tað stimbrar at:

o Demenssjúkan kemur í fokus

o Persónurin við demens upplivir at kenna seg aftur í fysiskum rammum, men kennir eisini starvsfólkini betur

o Relasjónsarbeiðið minkar hjá teimum avvarðandi

• Takið tey, ið eru ávirkaði av sjúkuni við í avgerðum, tá:

o Demensøkið skal skipast

o Gerandistilboð skulu skipast

o Sjúkragongdin skal skipast

/Barbara Egilstrøð, granskari og Phd. stud. innan fólkaheilsuvísind