Skeið við viðurkenda demensgranskaranum Al Power

Arbeiðir tú innan demens- ella eldraøkið, og tørvar tær dygdargóðan íblástur til títt yrki, og til hvussu ein kann skapa trivnað fyri fólk við demenssjúku, so er hetta skeiðið fyri teg.
Viðurkendi demensgranskarin Al Power kemur á fyrsta sinni til Føroya, og fer at hava tvey eins heildagsskeið.

Al Power hevur seinastu mongu árini – við støði í praksis og sínum yrki sum lækni innan eldraøkið – arbeitt við spurningum um, hvat eitt gott lív við demensi er, og hvussu til ber at leggja til rættis demens og eldrarøktina, so hon skapar trivnað og lívsdygd. Hetta verður eisini bulurin í skeiðunum í Føroyum.

Skeiðið er serliga ætlað leiðarum og starvsfólkum innan demens- og eldraøkið, men øll áhugað eru vælkomin.

Um skeiðið
Al Power hevur arbeitt nógv við at kanna fatanir av demensi, og í sínum bókum býtir hann tær í tríggjar høvuðstilgongdir: tann medisinska, tann ikki-medisinska og tann persónstengda tilgongdin.
Eitt yvirskipað endamál hjá Al Power er at vísa á, hví ein ov trong, einstáttað áskoðan á demenssjúkur, eftir hansara tykki, kann vera skaðilig, og hvussu vit, við at broyta okkara áskoðan á demens og stuðla undir trivnað og lívsdygd, kunnu betra um gerandisdagin og lívið hjá fólki við demensi og teirra avvarðandi.

Skrá
Lagt verður upp til eitt interaktivt skeið, og vit leggja út við eini ekperimenterandi venjing/uppgávu. Síðani hevur Al Power eina generella innleiðslu og hareftir eina nágreiniliga gjøgnumgongd av “Eden Alternative” hugtøkunum um trivnað – hugtøk, sum verða vend aftur til gjøgnum dagin.

Al Power greiðir síðani frá um demens, og leggur á diskuterandi hátt fram sínar hugsanir um vansarnar við eini einstáttaðari bio-medisinskari tilgongd til demens. Við hesum vil hann bjóða vanligu áskoðanini um atburðar- og sálarlig sjúkueyðkenni av (“Behavioral and Psychological Symptoms of Dementia”).

Al Power greiðir frá síni meira eksperimenterandi tilgongd til demens og trivnað, og samanber hana við meiri siðbundnu hugsanina. Farið verður eisini í smálutir við, hvussu hansara tilgongd kann nýtast í praksis, og hvussu ein kann nema sær betri førleikar til at skilja og samskifta við fólk við demensi.

Skeiðið endar við at umrøða eina case, eitt dømi um trivnaðartilgongdina (Well-Being Approach to Distress), og við tí vil Al Power leggja upp til luttøku og hugleiðingar um, hvussu hendan tilgongdin kann brúkast í praksis – eisini í Føroyum.

Um stundir og áhugi eru, kunnu onnur evni eisini viðgerast á skeiðnum – eitt nú at endurskoða hugsanir um psykosueyðkenni í samband við demens, at skapa ritualir, at endurskoða fysiskar karmar, og at hyggja neyvari at persónstengdari umsorgan og røkt.

Tíð og stað
Til ber at tekna seg til eitt av hesum eins skeiðum:

Skeið 1
er á Panorama á Hafnia
mánadagin 9. oktober 2023
kl. 08.30 – 15.30

Skeið 2
er á Panorama á Hafnia
týsdagin 10. oktober 2023
kl. 08.30 – 15.30

Pláss er fyri 60 luttakarum á hvørjum skeiði.
Freistin at tekna seg er fríggjadagin 29. september 2023.
Kostnaður: 400 krónur fyri hvønn. Matur er við í prísinum.
Til ber at tekna seg á alzheimer@alzheimer.fo.
Viðmerk navna á luttakara og hvar Alzheimerfelagið skal senda rokning.

Mál
Málið er enskt, men PowerPoint framløgan er til taks á donskum.

Um Al Power
Allen Power er serlækni í eldrasjúkum og adjungeraður professari i medisini á Lærda Háskúlanum í Rochester, New York. Til á sumri 2013 var hann lækni á St. John´s home í Rochester.
Hann er altjóða viðurkendur undirvísari og fyrilestrarhaldari, og hevur undirvíst í demensi og trivnaði innan eldraøkið kring allan knøttin – eitt nú í i USA, Kanada, Onglandi, Singapore, Malta, Ný Sælandi, Australia, Suðurafrika og Danmark.

Í gransking síni hevur Al Power serliga tikið støði í praksis og fingið íblástur úr yrki sínum sum lækni innan demensøkið. Hann arbeiddi eitt nú í nógv ár saman við Richard Taylor, ph.d. og høvundi, sum livdi við demenssjúku til 2015.

Aðrar stórar íblástrarkeldur hjá Al Power er granskingin hjá Tom Kitwood, og hugsanir hansara um demens og persónstengda røkt og umsorgan, og “Eden alternative” hugsjónin og tey sjey hugtøkini fyri trivnað: Samleiki, samband, tryggleiki, sjálvræði, meining, vøkstur/menning og gleði.

Al Power er útbúgvin Eden-undirvísari og undirvísur javnan í “Eden Alternative” í USA. “Eden Alternative” er serstøk hugsjón og tilgongd innan demens.

Al Power hevur skrivað tvær áhugaverdar bøkur:

    • “Demens – berøvet og bedøvet, hvordan vi forandrer omsorgskulturen” frá 2010

    • “Ha´ det godt med demens – hvordan vi skaber velvære” frá 2015.

I fyrru bókini lýsir Al Power m.a., hvussu ein bio-medisinsk áskoðan á demens og røkt hevur valdað, sum hevur havt við sær, at alt ov nógv fólk við demenssjúkum verða viðgjørd við óneyðugum, doyvandi heilivági.
Í seinnu bókini leggur hann fram síni boð uppá, hvussu vit kunnu skapa eina nýggja fatan av demensi og skapa vælveru og trivnað fyri øll, ið liva við demensi.
Til ber at keypa bøkurnar í Rit og Rák í SMS  

Tak niður sum pdf

Facebook