Takk fyri stuðulin

Mylnan valdi aftur í ár at stuðla Alzheimarfelagnum við at selja tvær vakrar og vælsmakkandi minniskøkur á Altjóða Alzheimerdegnum, ið var 21. September. Peningurin fyri køkurnar fer óskerdur til Alzheimerfelagið.

Alzheimerfelagið takkar Mylnuni hjartaliga fyri trúfasta og týdningarmikla stuðulin. Tað hevur sera stóran týdning fyri bæði limir og Alzheimerfelagið, at stuðla á hendan hátt, og soleiðis eisini vera við til at varpa ljós á Alzheimer og aðrar demenssjúkur.