Serstakur “Minnisbonkur” skal varpa ljós á demens

Í næstum verður ein nýggjur og vakur bonkur at síggja á almennum støðum kring landið.
Tað serstaka við bonkinum er, at hann skal varpa ljós á demenssjúkur.

Tað er Alzheimerfelagið, sum er farið undir verkætlan at varpa ljós á demenssjúkur við einum minnisbonki.

Á bonkinum er áskriftin “Gloymsk, men ikki gloymd” . Somuleiðis er QR kota sett á bonkin, sum til ber at skanna við fartelefon. Slóðin vísur til heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, har hent og upplýsandi tilfar finnist um demens, útgreining, tænastur og tilboð.

Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja upp til prát um lívið við demenssjúku, og fyri avvarðandi at hugsa um minniligar løtur.

Ein øðrvísi tilgongd
Nýggja verkætlanin hjá Alzheimerfelagnum er ein háttur at miðla vitan um demens, og vísa á, hvussu ein kann hjálpa og fara virðiliga við fólki, sum liva við demenssjúkum.
Tað er Tekniski skúlin í Klaksvík, sum hevur bjóðað sær at framleiða beinkirnir sjálvboðið. Tó er neyðugt við fígging til tilfar.

Samstarv við kommunurnar
Alzheimerfelagið er tí farið í samstarv við fleiri kommunur um at keypa beinkirnir fyri kostnaðin av tilfarinum. Somuleiðis er felagið við í avgerðum um staðseting í kommununum.
Flestu kommunur hava longu valt at tikið av tilboðnum frá Alzheimersfelagnum og á hendan hátt stuðla verkætlanini.

Framúr vakur bonkur
Fyrsti minnisbonkur varð framleiddur til Altjóða Alzheimerdagin, 21. september og varð avdúkaður á tiltaki í Runavík, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri.
Arbeiðið er væl úr hondum greitt, og serstakt er, at stellið á bonkinum ímyndar lillalittu Alzheimersløjfuna, sum er eyðmerkið fyri Alzheimer og aðrar demenssjúkur.

Staðið fyri framleiðsluni hava:

Sjúrður Sólstein, sniðgevi
Jónstein Petersen, metalarbeiðið

Fróði Sundskarð, bókstavir
Jógvan Justinussen og Sjúrður Sólstein, timburarbeiði og samanseting
  

Í næstum fer Tekniski Skúli í Klaksvík undir at framleiða fleiri beinkir, og verða teir fyrstu helst skjótt at síggja kring landið.

Alzheimerfelagið takkar Tekniska Skúla í Klaksvík fyri framúr flotta avrikið, og somuleiðis kommununum, sum longu hava givið tilsøgn um stuðul og samstarv.

Um fleiri ynskja at stuðla við at keypa ein bonk ella fleiri, er at venda sær til Alzheimerfelagið.

Vóna verður, at minnisbonkurin verður væl móttikin og til gagns fyri øll.