Nýggj verkætlan hjá felagnum: “Minnisbonkur”

Alzheimerfelagið hevur arbeitt við eini nýggjari verkætlan, sum verður nevnd “Minnisbonkur”. Hetta eru lilla beinkir, sum verða settir upp ymsastaðni í landinum fyri at varpa ljós á demenssjúkur. Á beinkjunum kanst tú minnast tey, ið gloyma, og leita aftur á lívsins gøtur og minnast góðar løtur.

Naina Túgvustein fer at greiða frá um verkætlanina á stóra tiltakinum í Løkshøll tann 21. september. Tíverri er fullteknað til tiltakið, men meira kunning um minnisbeinkirnar verður at finna á heimasíðuni hjá Alzheimerfelagnum 💜

Eisini hevur felagið seinastu tíðina arbeitt við at gera nýggja heimasíðu, sum verður almenn á Altjóða Alzheimerdegnum. Naina Túgvustein fer at greiða frá hugsanunum handan nýggju heimasíðuni.