Altjóða Alzheimerdagur

Altjóða Alzheimerdagur 21. september

Hvussu skapa vit eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi trívast?

Á Altjóða Alzheimerdegnum 21. september skipar Alzheimfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Løkshøll.

Viljin at skapa eitt demensvinarligt samfelag er til staðar í Føroyum, og nógvar eldsálir og dugnalig starvsfólk arbeiða innan demensøkið. Men enn vanta grundleggjandi tilboð, og tænastan er sera misjøvn kring landið. 

Tí hevur Alzheimerfelagið á Altjóða Alzheimerdegnum í ár valt at varpa ljós á teir karmar og tilboð, vit hava, til fólk við demens í Føroyum, og hvat ið vantar.

Við yvirskriftini «avvarðandi» og við støði í teirra royndum og perspektivi seta vit spurningin: ”Hvussu kunnu vit skapa eitt samfelag, har fólk við demens og teirra avvarðandi hava eitt so gott, so virðiligt og so virkið lív sum til ber?”

Hesin spurningur verður lýstur fjølbroytt m.a. gjøgnum gransking hjá Barbaru Egilstrøð um upplivingar hjá avvarðandi. Vit tosa eisini við veruligu serfrøðingarnar – tey ið liva við demensi – um hvørji tilboð og tænastur teimum tørvar fyri at kunna liva eitt gott lív við sjúkuni.

Alzheimerfelagið lýsir yvirskipað tilboð á demensøkinum, og hvat eftir okkara tykki vantar. Og so eru vit fegin um at kunna savna serfrøðingar og fleiri teirra, ið varða av demensøkinum – kommunur, Almannaverk, leiðarar og granskarar til áhugavert kjak.  

So hevur tú áhuga fyri, hvussu vit kunnu skapa eitt demensvinarligt samfelag, ert tú hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt, læruríkt og vónandi hugvekjandi kvøld við fyrilestrum, práti og kjaki. 

Hvar: Løkshøll í Runavík kl. 19.00-21.30.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Til ber at tekna seg her: https://loksholl.atgongumerki.fo/webshop/event/2256075/order/info

Skrá

  • Vælkomin: Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagið bjóðar vælkomin,

Hon greiðir eisini frá nýggju verkætlanini hjá felagnum “Minnisbonkur”, og nýggja heimasíðan hjá Alzheimerfelagnum verður kunngjørd.

  • “Hvussu uppliva avvarðandi gerandisdagin við demens?” Barbara Egilstrøð, ph.d. og granskari.
  • “Hvussu er tað at liva við demenssjúku, og hvørji hjálp er tørvur á, fyri at kunna hava ein góðan gerandisdag?” Lív Mikkelsen nevndarlimur í Alzheimerfelagnum prátar við føroying við demenssjúku og avvarðandi.

Kaffisteðgur

  • “Hvørji tilboð eru til fólk við demens og teirra avvarðandi í Føroyum, og hvat manglar?” Unn Justinussen nevndarlimur í Alzheimerfelagnum og leiðari fyri Demenstænastuni í Roðanum
  • Pallborðskjak: “Hvussu kunnu kommunur og land stuðla undir einum góðum lívi við demens?” Orðaskifti millum umboð fyri land og kommunur, leiðslur á demensøkinum og serfrøðingar.

Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

Takk fyri eitt hugnaligt kvøld.