Suðurøki ikki raðfest

Alzheimerfelagið fegnast um, at fígging er játtað til tveir landsdemenssamskiparar aftrat. Hesum hava vit bíðað eftir í nógv ár, tí uppgávan hjá teimum er grundleggjandi fyri, at demensøkið virkar á nøktandi hátt.

Stórur tørvur er á landsdemenssamskiparum bæði í Havn, Sandoy og Suðuroy. Tó vantar framvegis fígging, fyri, at alt landið gerst fevnt av landsdemenssamskipara.

Í lesarabrævi ger Bjarni Hammer, løgtingsmaður, vart við, at tað í fyrstu syftu bert verða settir landsdemenssamskiparar til Suðurstreymoy og ikki til suðurøkið, sum er Sandoy og Suðuroy.

Hann vísur til semju í Løgtinginum um, at játtanin skuldi raðfestast soleiðis, at demenssamskiparar verða settir bæði til Suðurstreymoy og til suðurøkið.

Alzheimerfelagið leggur seg ikki út í møguligar politiskar avtalur millum flokkar ella tingfólk ella hvussu Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum raðfestir játtanina. Men neyðugt er at vísa á, at í suðurøkinum er serstakliga illa statt, tá tað snýr seg um hjálp til fólk við demensi og teirra avvarðandi.

Alzheimerfelagnum kunnugt eru ongin dagtilboð málrættað fólki við demenssjúkum í Suðuroy og Sandoy, hvørki kommunal tilboð til borgarar yvir 67 ár, ella tilboð frá Almannaverkinum til tey, sum eru yngri enn 67 ár.

Ongin kommunalur demenssamskipari er settur í hesum økjunum. Tá heldur eingin landsdemenssamskipari er, sum kann ráðgeva og tryggjar, at ein beinanvegin fær samband við tær fyriskipanir, sum eru í nærumhvørvinum, tá diagnosan er staðfest, ger tað støðuna enn verri.

Tey sjúku og avvarðandi standa sostatt púra einsamøll, og fáa ikki nøktandi hjálp og vegleiðing frá demenssamskipara, hvørki frá landi ella kommunu.

Alzheimerfelagið vil tí við hesum heita á myndugleikarnar, um at raðfesta suðurøkið sum skjótast!

Týðandi er eisini at vísa á, at kjakið, sum nú hevur tikið seg upp um raðfestingina av játtanini til tveir landsdemenssamskiparar hevði ikki verið, um Løgtingið hevði játtað tað lutfalsliga lítlu upphædd, sum restar í fyri, at alt landið verður fevnt av tænastu frá landsdemenssamskipara.

Sambært Demensætlanini skulu landsdemenssamskipararnir setast sentralt á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, men virka lokalt kring alt landið í samstarvi við tey kommunalu eldrasamstørvini/kommunu, Almannaverk og aðrar viðkomandi myndugleikar.

Skulu vit koma víðari við Demensætlanini, sum skal gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag, er týðandi at raðfest verður í trá við tørvin og harvið veita virðiligar umstøður til teirra, sum vera rakt av demenssjúkum.