Aðalfundarfrágreiðing 2023

Tann 22. mars var árligi aðalfundurin hjá Alzheimerfelagnum hildin í Norðurlandahúsinum.
Skrá sambært lógum felagsins.

  1. Val av orðstýrara:
    Hans J. Hermansen
  2. Ársfrágreiðing felagsins: Ann-Mari jensen, forkvinna
  3. Grannskoðaður roknskapur fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar:
    Góðkendur, Alexander Samuelsen legði fram
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár:
    Eingin broyting
  5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara:
    Fyri vali stóðu: Ann-Mari Jensen, Pál Weihe og Mai Dahl
    og sum eykalimur Hilmar Augustinussen.
    Hilmar Augustinussen tók við afturvali.
    Ann-Mari Jensen, Pál Weihe og Mai Dahl tóku ikki við afturvali.
    Unn Justinussen, Guðrið Hovsgarð, Óløf Tungá og Magdalena Haraldsen stillaðu upp.
    Atkvøðubýtið var ógvuliga tætt. Í nevndina komu: Unn Justinussen, Guðrið Hovsgarð og
    Óløf Tungá
    Jonny Trygvadóttir tók ikki við afturvali sum grannskoðari.
    Samtykt at nevndin finnur annan grannskoðara
  6. Verkætlan fyri komandi ár:
    Nýggja nevndin tekur sær av hesum.
  7. Innkomin mál:
    Eingi
  8. Ymiskt:
    Einki

Eftir aðalfundin var fyrilestir um: “Sorg – tá tú missir spakuliga” við Jørn Henrik Olsen, teologur og
undirvísari.
Nógv fólk var komið at lurta.

Ann-Mari Jensen, Pál Weihe og Mai Dahl tóku ikki við afturvali. Naina Túgvustein, nevndarlimur og nú forkvinna, takkaði teimum fyri dygdargott arbeiði og gott samstarv.

Facebook