Mynd_heimasíðu_tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 20 ár.

20 og 21 September skipar Alzheimerfelagið fyri stórari ráðstevnu í  Norðurlandahúsinum.
Á ráðstevnuni meta vit um støðuna á demensøkinum í dag, og hvat kann gerast fyri at framhaldandi menna økið.
Spennandi fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum gestum, kjak- og spurningaløtur fara at mynda ráðstevnuna.
Sí skrá niðanfyri.

Ráðstevnan er ætlað øllum, bæði almennum myndugleikum, starvsfólkum, teimum, sum eru rakt av demens og avvarandi.

Atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo.