Minnist til okkum!

Nú kommunuvalið stendur fyri framman, vilja vit í Alzheimerfelagnum heita á politikarar um at minnast til okkum.

Eftirmeting av eldraøkinum

Í 2015 var ábyrgdin av eldraøkinum flutt til kommunurnar. Eftirmeting av kommunala eldraøkinum skuldi eftir ætlan gerast í 2020. Og hóast Føroya Kommunufelag longu í 2018 gjørdi vart við at hetta hevði skund, er einki hent í hesum málinum.

Fleiri fakfólk á økinum

Verða starvsfólkini nýtt rætt? Umleið 100 demenssamkiparar eru útbúnir, men hesir síggjast ikki aftur á gólvinum. Fyri fólk við demens hevur tað avgerandi týdning at fáa neyðugu hjálpina í gerandisdegnum. Tí kundu vit hugsað okkum, at kommunurnar gjørdu ein enn størri innsats fyri at fáa gagnnýtt servitanina innan økið.

Upplýsing í bussleiðini

Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna hava gjørt nógv fyri at betra um bussleiðina. Men vit sakna betri fráboðanir í bussinum, um hvar bussurin er staddur. Fyri ein persón við demens, kann tað vera ørkymlandi at ferðast við bussinum. Ótryggleikin um hvar ein er staddur, fær fólk at setast aftur. Um bussarnir høvdu eina upplýsingarskipan, har sagt hvar bussurin var, hevði hetta verið ein stór hjálp. Hetta kann vera ein rødd, ið sigur hvar bussurin steðgar næstu ferð, ella ein skermur, ið vísur næsta steðgipláss.

Skelting í almenna rúminum

Skelti eru allastaðni. Tey vísa okkum á veg. Fyri fólk við demens, hevur týðilig skelting stóran týdning. Skelti finnast í øllum skapum og litum. Tað sum kann tykjast púra natúrligt hjá onkrum, kann vera ógvuliga ørkymlandi fyri ein persón við demens. Tí vilja vit heita á kommunurnar um at hugsa um skelti í almenna rúminum.

Frítíðartilboð

Til tær kommunur, ið hava almenna svimjihøll, vil Alzheimerfelagið koma vit eini áheitan. Minnist til fólk við demens. Eitt nú sakna vit smærri umklæðingarrúm, har fólk, ið ikki klára seg sjálv, kunnu hava ein hjálpara við. Ein demensdiagnosa skal ikki vera ein forðing fyri at nýta kommunalar svimjihallir.

Fleiri tilboð til heimabúgvandi

Alzheimerfelagið hevur eitt ynski um at kommunurnar fara at bjóða fleiri tilboð til fólk við demens. Ein innihaldsríkur gerandisdagur betrar um lívsgóðskuna hjá einum persóni við demens, umframt at tað lættir um gerandisdagin hjá teimum avvarandi.

Facebook