Hugnaløta fyri avvarðandi

Alzheimerfelagið skipar fyri hugnaløtu fyri avvarðandi. Tiltakið verður mikukvøldið 13. nov. kl. 19.30 í Megd, Íslandsvegur 10c.

Skrá:

  • Ann-Mari Jensen
    forkvinna, bjóðar vælkomin
  • Anna Vilhelmsen
    neuropsykologur, hugleiðir um tað at vera avvarnadi
  • Unn Justinussen og Jónvør Christiansen,
    demenssamskiparar, kunna um avvarðandibólkar, ið ætlanin er at skipa fyri.

Kaffi og køkur verða at fáa saman við hugna og góðum práti, møguliga í bólkum.

Verið hjartaliga vælkomin

Nevndin