Verjumál

Løtan kemur, tá støða skal takast til hvør skal umsita tey fíggjarligu
viðurskiftini og taka neyðugar fíggjarligar avgerðir í hesum sambandi.
Neyðugt verður møguliga eisini at taka persónligar avgerðir. Hesa
uppgávu kann m.a. hjúnafelagin, eitt av børnunum, eitt vinfólk ella
advokatur átaka sær, men viðkomandi kann ikki bara átaka sær uppgávuna,
uttan at hava fingið heimild fyri hesum.

Ein heimild kann fáast til vega, antin við fulltrú frá tí persóni, ið
tørvar hjálpina ella við, at avgerð verður tikin um verjumál:
https://famf.fo/verjumal