Frágreiðing frá aðalfundinum 2018

Alzheimerfelagið –  Ársaðalfundur hin 27. mars 2019

Væl av fólki møtt til aðalfundin, sum varð hildin í hølunum hjá Reinasarínum í Tórsgøtu í Havn kl. 19.

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  1. Val av orðstýrara.
  2. Ársfrágreiðing felagsins.
  3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar.
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
  5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara.
  6. Verkætlan fyri komandi ár.
  7. Innkomin mál.
  8. Ymiskt

Ad 1.      Hans Jacob Hermansen skotin upp sum orðstýrari.

Góðtikið.

Ad 2.      Ann-Mari Jensen, virkandi forkvinna, legði fram ársfrágreiðing fyri 2018.

Góðtikin.

Hetta er eitt viðheft blað.

Ad 3.    Alexander Samuelsen kunnaði um ásetingarnar í viðtøkum felagsins fyri aðalfund, og legði síðani fram undirskrivaðan, grannskoðan roknskap fyri 2018.

Roknskapurin vísir eitt hall á kr. 166 tús. og eina eginogn við ársenda 2018 á kr. 377 tús.

Eingin mótmælir, og góðtekur aðalfundurin roknskapin.

Ad 4.      Skotið verður upp sama limagjald í 2019 sum í 2018: kr. 100 fyri lesandi og pensionistar, kr.  200 fyri støk, kr. 300 fyri pør og kr. 500 fyri feløg og stovnar.

Góðtikið.

 

Ad 5.      Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara.

Tríggir limir standa fyri vali: Ann-Mari Jensen og Marjun Restorff, sum taka við afturvali, og Alexander Samuelsen, sum ikki tekur við afturvali. Av persónligum orsøkum hevur Malan Mohr ynskt at taka seg úr nevndini.

 

Skotið varð upp at afturvelja Ann-Mari Jensen og Marjun Restorff, og at velja Pál Weihe og Mai Dahl í nevndin. – Varð samtykt.

Sum tiltakslimir vórðu Johanna Henriksen og Hilmar Augustinussen skotin upp. – Vald.

Grannskoðari felagins, Jonny Trúgvadóttir, einmælt afturvald.

 

… framhald

 

Í  § 5 í viðtøkunum stendur um stýrið:

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum, valdir á ársaðalfundinum.

Av teimum 5 nevndarlimunum eiga 3 umboð at vera fyri avvarðandi og 2 umboð við fakligari útbúgving á økinum.

Annar tiltakslimurin eigur at umboða tey avvarðandi og annar eigur at hava fakliga útbúgving á økinum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaður og kassameistari saman tekna felagið. Formaðurin kallar inn til nevndarfundar, 2 nevndarlimir kunnu altíð krevja nevndarfund. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta og nevndin er viðtøkufør, tá tríggir limir eru møttir.

2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur standa fyri vali líka ár, ólíka ár verða hinir 3 limirnir og 1 tiltakslimur valdir. Fyrsta nevndin situr í tvey ár.”

Á aðalfundinum varð gjørt vart við, at sambært §5 í viðtøkunum standa 2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur fyri vali líka ár. Ólíka ár standa hinir 3 limirnir og seinni tiltakslimurin fyri vali.

Av tí at ein nevndarlimur nú fer úr nevndini mitt í nevndarskeiðinum, kemur ólag í nevndarval í mun til viðtøkurnar.

Mælt varð nevndini til at skipa so fyri, at nevndarvalið á komandi aðalfundi aftur verður í samljóði við viðtøkurnar omanfyri. Hetta kann gerast við at ikki allir endur- og nývaldir limirnir hesaferð sita í 2 ár, men í eitt ár.

 

Ad 6.      Ann-Mari Jensen, legði fram virkisætlanina fyri 2019. Er viðheft frágreiðingini.

Góðkend.

Ad 7.      Eingi innkomin mál.

Ad 8.      Ymiskt

Heitt varð á nevndina um at skipa fyri átøkum, fyri at fáa fleiri limir. Sambært roknskapinum fyri 2018 eru 227 gjaldandi limir. Tað er í mun til gjaldandi limir, felagið fær part í stuðuli frá MEGD.

Áheitan er eisini, nú tað stundar til val, at seta fokus á eini 2 evni, sum politiska skipanin kann viðgera og taka til sín fyri at bøta um í samfelagnum.

Aðalfundurin lokin kl. 19.45

 

 

Facebook