Ársfrágreiðing 2018

Av tí at Malan Mohr, forkvinna, hevur forfall, havi eg, Ann Mari Jensen, verið virkandi forkvinna síðan sept. 2018

Vit skulu í stuttum hyggja aftur á tíðina síðani seinasta aðalfund, sum var 11/4-18. Eg haldi, at Alzheimerfelagið hevur havt nógv jørn í eldinum.

Kanst tú blóma við demens “Vibeke Drevsen Bach”:

Tað var ein ótrúliga spennandi ferð saman við Vibeke, har hon fylgdi okkum frá jørðini til mánan. Ein ótrúliga góð og sigandi framløga, um hvussu tað kennist at hava sjúkuna Demens, og at vit kanska øll skulu hugsa meira um at fara hesa ferðina saman, uttan at hava so nógvar fordómar og forðingar.

Nógv fólk vóru til fyrilesturin og eg haldi, at øll høvdu eina góða uppliving.

Gransking:

Kanningin hja Mariu Skaalum Petersen, sum hon hevur gjørt eftir áheitan frá Alzheimerfelagnum, bleiv liðug og løgd fram. “Títtleikin av Demens á Eldrasambýlum”.

Tað hevur verið áhugavert at sæð úrslitið av hesi kanning, har komið varð fram til, at uml. 70% av fólkunum á Eldrasambýlum hava Demens.

Hvussu kunnu vit brúka hesa vitan? Hetta er eitt gott amboð hjá kommunum í framtíðini, hvussu vit uppbyggja og arbeiða á eldraøkinum.

Fleiri starvsfólk og fólk við fakligari vitan skulu til. Gott samtarv á øllum økjum, har tað avgjørt er av stórum týdningi, at vit arbeiða meira útfrá Demensætlanini “Gloymsk men ikki gloymd”, sum kom av bakkastokki í 2015, men sum liggur alt ov nógv í dvala.

Sum nú er, hevur Vága kommuna saman við Demensklinikkini arbeitt eftir hesi ætlan, og fara vit at hoyra meira um hettar seinri í kvøld.

Kafékvøld:

Alzheimerfelagið setti sær sum mál at hava kafékvøld.

Vita hvat og hvussu bleiv arbeitt innan Demensøkið runt í ymisku kommununum.Vit hava vitjað í Tórshavn, Runavík, Klaksvík, Fuglafirði, Suðuroy, Sandoy, Streymin og Vágar. Tað hevur verið so gevandi, og vit hava verið sera væl móttikin allastaðni. Vit halda, at tað hevur gjørt mun og at Alzheimerfelagið hevur verið meira sjónligt. Øll gera sítt allar besta, men enn eru so avgjørt ting, sum skulu arbeiðast við.

Eftirspurningur var eftir

  1. Flutningi til og frá heimið.
  2. Avvarðandi bólkum
  3. Undirvísing
  4. Dagtilboð

Hettar fer Alzheimerfelagið at arbeiða meira við.

 

Norðurlensk ráðstevna “Demensvinarlig Norðurlond”:

Vit hava eitt sera gott samstarv við okkara norðurlond, og í juni 2018 vóru vit í Danmark, har vit møttust við Alzheimerfeløgum, avvarðandi og fólki við sjúkuni Demens.

Øll nevndin í Føroyum var umboðað, og saman við okkum vóru 2 avvarðandi og hjúnafelagir teirra, sum eru rakt av sjúkuni Alzheimer.

Ein ótrúliga gevandi ráðstevna. Tey sjúku og avvarðandi vóru í fokus, tey løgdu fram og møttust at tosa saman, deila erfaringar um mangt og hvat. Nakrar mánaðir eftir, tóku vit samanum og bjóðaðu okkara luttakrum við. Vit blivu einig um, at øll høvdu fingið nógv burturúr.

Sjónleikurin “Minnist tú”:

Hettar var um ein mann, sum var fluttur á eitt eldraheim at búgva. Ein rørandi og humoristiskur leikur av einum lívi, tá minni er farið at bila og tónleikurin blívur lykilin til lívið.

Leikurin bleiv spældur fyri einum lítlum skara av starvsfólki, avvarðandi og teim sjúku, so hann føldist nærverandi. Hann bleiv spældur í Vágunum, Boðanesheiminum og á Lágargarði. Vit fingu sera góðar afturmeldingar og nógvar kenslur vóru uppá spæl. Haldi, vit øll fingu eitt sindur at hugsa um.

Vælferðarlógin:

Er til viðgerðar beint nú. Vit hava brúkt nógva tíð at lesa alt ígjøgnum og fingu gjørt onkrar viðmerkingar.

Hon er ikki komin ígjøgnum enn, men vit vóna, at lurta verður eftir tí, vit høvdu uppá hjarta.

Alheims Alzheimerdagur 21/9-18:

Vit høvdu eitt tiltak á Reinsarínum 20/9-18. Nógv fólk var møtt. Pál Weihe tosaði um at vera hjúnafelagi, nú konan er rakt av sjúkuni Alzheimer.

Pál bjóðaði okkum inn í teirra lív, frá tí tey møttust og til dagin í dag. Ein ótrúliga hjartanemandi framløga.

 

Maria Skaalum Petersen legði verkætlanina fram.

 

Vit vístu okkara hálsprýði fram, sum Turið Mohr Nolsøe hevur sniðgivið. Peningurin fór óskerdur til Alzheimerfelagið.

Eisini seldi Mylnan eina “minnist tú”-køku, eftir áheitan frá felagnum. Hon bleiv útseld uppá fáar tímar. Hesin peningur fór eisini  óskerdur til felagið. Guðstænastur vóru kring alt landið, vit hava fingið góðar afturmeldingar.

 

Heimasíðan hja Alzheimerfelagnum er blivin uppstigað. Sum ikki einaferð, so er tað okkara góði stuðul Jonhard Larsen, sum stendur fyri heimasíðuni og ger hann hetta ókeypis. Sigrun Mohr er sett í starv í Alzheimerfelagnum 10 tímar um vikuna. Hon hjálpur okkum við teim praktisku uppgávu-num og arbeiður saman við Jonhard um heimasíðuna. Jonny hevur verið grannskoðari hjá felagnum í nøkur ár, og aftur í ár játtar hon sín stuðul. Hettar er eisini ókeypis.

Tað er av alstórum týdningi fyri Alzheimerfelagið at hava góðar stuðlar. Vegna nevndina vil eg siga stóra tøkk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt stuðla felagnum. Vit fáa gávur og frá jarðarferð-um, ikki at gloyma okkara limir. Uttan tykkum var einki felag.

 

Demensblaðið:

Vit hava valgt ikki at fáa blaðið meira. Hettar er ein tungur postur hjá felagnum, bæði at fáa blaðið til Føroyar og síðani at senda tað til limirnar. Ístaðin liggur ein leinkja á heimasíðuni hjá felagnum, har ein kann fara inn og lesa blaðið.

Ann-Mari Jensen.

Verkætlanin fyri 2019:

Hesar ætlanir liggja fyri framman:

Enn einaferð hava vit heitt á Mariu Skaalum Petersen um at gera eina kanning. Hesaferð um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki við Demenssjúku. Vit gleðast um hettar samstarv við Mariu.

Spottini: Vit arbeiða við at seta fokus á demenslinjuna, og har verða kunnandi filmsbrot í sosialu miðlum.

Alheims Alzheimerdagur: Vit fara sjálvandi at arbeiða fyri at fáa onkran fyrilestur henda dagin.

Mylnan hevur sagt ja til at selja “minnist tú”-køkuna aftur í ár.

Gudstænastur kring landið halda áfram.

So er okkara mál at fáa eina ráðstevnu upp á beinini í ár.

  1. maj verður eitt tiltak í SALT á Tvøroyri. Hetta tiltak varar í ein dag og er í samstarvi við kommunur í Suðuroy, Demensklinikkina og Alzheimerfelagið.

Endamál felagsins:

Annars halda vit okkum til endamálsorðingina hjá felagnum.

–    Stuðla og hjálpa demssjúkum og avvarðandi teirra

–    Upplýsa og kunna um demens yvurhøvur

–    Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikkarar og aðrar mynduleikar

–    Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur

–    Vera við í altjóða samstarvi

Ann-Mari Jensen.

Facebook