Hví útgreina fyri demens?

Mong halda, at kognitiv viknan er ein náttúrlig fylgja av at eldast og slepst ikki undan. Hinvegin er demens og teir trupulleikar, sjúkan førir við sær, nakað av tí, sum skapar størstan ótta millum fólk. Nógv uppfata demens sum brennimerkjandi, og aftra seg við at søkja ráð, hvat ið kann forða fyri opinleika um diagnosuna. Øðrum manglar trúgv á ella vitan um viðgerðarmøguleikar.

So hví útgreina fyri demens, er ein vanligur spurningur, eisini frá heilsu- og røktarstarvsfólkum. `Tað er eingin heilsubót fyri demens, eingin heilivágur, ið kann lekja demenssjúkurnar. Hví so tyngja samfelagsbúskapin við útreiðslum til útgreining, og serliga, hví leggja byrður á viðkomandi og avvarðandi við eini vitan, ið einki kann brúkast til uttan sálarligan ampa, kvøl og stúran?`

Og tó mæla vit til at fáa demens staðfestan so tíðliga sum møguligt, tí tað er umráðandi av fleiri grundum. ”So tíðliga sum møguligt” meina vit við, at diagnosan verður staðfest um tað mundið í sjúkugongdini, har krøvini til eina demensdiagnosu eru lúkað ella stutt aftaná. Hóast tað í sjálvum sær ikki tykist at ávirka sjúkugongdina sum so, kann tað harafturímóti hjálpa til eina betri sjúklingagongd. Ótrygdin kann vera nívandi fyri bæði persónin, familjuna og vinirnir. Meðan ein demensdiagnosa er skakandi boð, kann ein frágreiðing um, hvør trupulleikin er, og hvat kann gerast við hann, hjálpa fólki at kenna seg betri fyri og vera minni tyngd ella sperd av ótrygdini um sjúkuna. Summi siga tað vera gagnligt at tosa við fólk, ið skilja trupulleikarnar og hvat, ið kann væntast frameftir. Og ráðgeving er tøk um, hvussu ein kann liva sjálvstøðugt og liva væl við demensi.

Ein týdningamikil grund er at fáa útihýst øðrum sjúkum, sum kunna geva demenslíknandi sjúkueyðkenni, og sum kunnu viðgerast, so sum evnisbroytissjúkur, illa stýrd sukursjúka, ymiskur vitaminmangul, ov høgt blóðtrýst, høgt kolesterol, normaltrýsthydrocephalus og onkur heilatumor v.m., tunglyndi, angist, strongd, vánaligt svøvnlag v.m.

Aðrar grundir so sum lívstílsviðurskifti – vána kostur, manglandi motión, royking, ovurnýtsla av alkoholi og heilivági, manglandi kognitiv stimulation v.m.

Ódiagnostiseraður demensur økir vandan fyri ferðsluvanlukkum, vanlukkum í heiminum ella á arbeiðsplássinum, økir vandan fyri at gloyma at taka neyðugan heilivág ella brúka heilivágin skeivt, økir vandan fyri at taka óhepnar peningaligar/búskaparligar avgerðir osfr.

Tíðliga diagnostisering kann gera, at persónurin kann taka ábyrgd og vera við í avgerðum um viðgerð, bústaðarviðurskifti, peningaviðurskifti, løgfrøðilig viðurskifti (verjumál, testamenti) v.m. Jú fyrr sjúkan verður staðfest, jú betri er ein fyri at taka ábyrgd av símum lívi og tilrættaleggja ta tíð, ið kemur.

Tíðliga diagnostisering vil ofta vera ein treyt fyri, at persónar við demens kunna fáa rætta viðgerð (við ella uttan heilivág), stuðul og ráðgeving, at kunna gera brúk av kommunalum tilboðum – heimarøkt, dagtilhald, umlætting, heimasjúkrarøktarfrøðingi, ergoterapi, fysioterapi, tilknýti til demenssamskipara. Tilboð frá stuðulsfeløgum, Alzheimerfelagnum, ráðgeving, upplýsing um sjúkuna, psykososialan stuðul, luttøku í stuðuls- og avvarðandibólkum, demenskafè v.m.

So samanumtikið er ikki so lítið, ið kann gerast í okkara demensvinarliga samfelag!

Boðini frá heilsustýrinum eru;

Mælt verður til, at persónar, sum venda sær til heilsuverkið við minnistrupulleikum ella øðrum kognitivum symptomum, skjótast møguligt fáa tilboð um útgreining fyri demens.

Mælt verður til, at áheitan frá avvarðandi við illgruna um kognitiva viknan hjá t.d. hjúnaðarfelagi ella foreldri førir til tilboð um útgreining fyri demens.

Mælt verður til, at professionel í kommunum og heilsuverki eggja persóni at fara til kommunulæknan, um tey fáa illgruna um demens hjá viðkomandi. Ella kann tann professionelli royna at fáa loyvi frá viðkomandi at venda sær til læknan.

Sofus Joensen, serlækni í psykiatri