Tannrøkt og minnissvinn

Fólk við minnissvinni kunnu fáa vitanarórógv, ið ger, at tey, tá ið tey busta tenn, busta sama staðið ella somu tenn, og teimum fellur tað tvørligt at finna runt í munnholuni. Tí eiga avvarðandi ella røktarfólk at taka sær av at busta tenninar. Tað er betri at fáa allar tenninar bustaðar væl eina ferð um samdøgrið enn  bara sum best ber til einar tvær ferðir um samdøgrið. Busta tenninar, tá ið tað hóvar sjúklinginum. Umráðandi er, at tannrøktin verður skrivað í røktarætlan sjúklingsins, so at dentur støðugt verður lagdur á tannrøktina.Kanningar vísa, at ein ravmagnstannbust er hent amboð hjá røktarfólki, og at tannrøktin batnar. Er hetta nakað, ið sjúklingurin kennir lítið ella einki til, er best at byrja í smáum (varisliga). Royn at skola munnin so væl, sum til ber, eftir hvørja máltíð, t. d. við at drekka vatn. Ein munnsoppur kann vera hentur (lítil soppur við skafti), serliga ætlaður at reinsa munnin við. Fylg serliga væl við, um sjúklingurin knappliga broytir atburð og sýtir fyri at drekka kalt vatn, heitar drykkir ella missir matarlystin (hevur lítlan hug til at eta). Tað kann koma av pínu í tonnum ella í munnholuni. Ein brotin tonn kann vera atvoldin til stór sár. Fá samband við tannlækna, um minsti ivi er. Vert er at hava í huga, at bruni í kroppinum kann standast av einari sjúkari tonn. Er hetta eitt viknað fólk, kann støðan gerast lívshættislig

Tannrøkt fyri sjúklingar við minnissvinni. Gerandisdagurin hevur mangar vanar, ið sjúklingurin við einari demenssjúku knappliga hevur ilt við at fata ella heilt einfalt gloymir. Tað ger seg eisini galdandi viðvíkjandi vanligu tannrøktini, tað merkir bæði tannbustan og regluligu vitjanirnar hjá tannlækna. Góð tannrøkt hevur stóran týðning fyri bæði heilsu og lívsdygd. Ring tannrøkt kann enda við pínufullum munnbruna , ið ger tað torført at eta og gevur sjúklinginum ringan anda. Sjúklingar við minnissvinni  kunnu missa matarlystin, eins og tannrøkt kann ávirka atburð og almennu heilsustøðuna. Tí er umráðandi at varðveita ta góðu tannheilsuna við dagligari røkt.

At busta tenn

Kanska klárar sjúklingurin at busta tenninar sjálvur tíðliga í sjúkugongdini alt eftir, hvussu heilsustøðan er, tá ið sjúkugreiningin er framd. Men umráðandi er at tosa við sjúklingin um, at fyrr ella seinri kemur stundin, tá ið avvarðandi ella røktarstarvsfólk mugu taka sær av at busta tenninar. Sjúklingurin má skilja, hví onnur blanda seg uppí. Venjing skal til fyri at busta soleiðis, at tenninar verða væl bustaðar og reinar. Tí er tað kanska eitt gott hugskot at busta við einari el-tannbust, eins og tað lættir nógv um tannbustingina, um sjúklingurin skolar munnin eftir at hava etið.

Tannlæknaviðtal.

Gongur meira enn hálvt ár frá seinastu tannlæknavitjan, er umráðandi at avtala tannlæknavitjan javnan. Tá leggur tannlæknin eina ætlan fyri, hvussu sjúklingurin fær bestu tannrøktina. Kanska skal ein røntgenmynd takast av tonnunum, ella fær sjúklingurin eina óvæntaða bráðneyðuga viðgerð, ið var ikki ætlað, tá ið sjúklingurin seinast var hjá tannlækna. Hetta verður gjørt fyri at avmarka váðan fyri, at óvæntaðir trupulleikr stinga seg upp seinri viðvíkjandi tonnunum. Sjúklingurin eigur helst at ganga oftari til tannlæknan fyri at reinsa tenninar og á tann hátt forða fyri, at tenninar fara at brenna .Tað er lættari at bøtaa um eitt lítið hol í tonnunum, har ið læknin sleppur undan at doyva, heldur enn at noyðast undir eina meiri umfatandi viðgerð. Umfatandi viðgerðir kunnu krevja meira av sjúklinginum við minnissvinni, enn hon ella hann eru før fyri at fremja.

Kelda: http://www.videnscenterfordemens.dk/pleje-og-behandling/pleje-og-omsorg/fysisk-pleje-og-omsorg/mund-og-tandpleje/

Trýst her fyri at fáa faldaran: Sunde tænder – hele livet