Koyrikort og minnissvinn

Teimum, har minnissvinn er á byrjanarstigi, fellur tað vanliga ikki torført at handfara rattið, pedalirnar og girini. Men í teimum førum, tá ið nógv hendir skjótt, og ein skal taka eina skjóta avgerð, kann tað ganga galið. Tað kann t.d. henda, tá ið ferðslan er nógv ella ein skal velja eina av fleiri farbreytum. Dømi um ávaringar kunnu vera, um ein:

  • villist, hare in er vanur at ferðast
  • varnast ikki ferðsluskelti
  • gloymir víkiskyldu
  • lagar ikki ferðina eftir umstøðunum
  • dugir illa at halda rætt pláss á vegnum
  • heldur ikki frástøðu til bilin frammanfyri
  • hevur ikki fyrilit fyri øðrum ferðandi
  • gloymir at sláa viskarar ella blunkljós frá

Nær skal ein gevast at koyra bil?

Ongar avgjørdar reglur eru fyri, nær ein eigur at gevast at koyra bil. Evnini at koyra bilin á fulltryggan hátt eru avgerandi. Teimum flestu við minnissvinni á byrjanarstigi kann tað falla torført at koyra bil á tryggan hátt, og tað er ongantíð sambæriligt at koyra bil, um minnissvinnið merkist, ella um hon merkist væl.

Vantandi sjúkuviðurkenning kundi bent á, at fólk við minnissvinni sjálv halda, at tey saktans kunnu koyra bil, eisini hóast tey tá veruliga eru til stóran vanda bæði fyri seg sjálv og onnur. Tað kann tí vera torført at sannføra fólk við minnissvinni um tað øvugta

Tak málið um koyrikortið upp á tungu í góðari tíð.

Fyri at sleppa undan ørkymlan og klandri eiga skyldfólk, næstringar, og vinfólk at tala við tann, ið hevur fingið minnissvinn, um tað man vera ráðiligt framhaldandi at koyra bil og eisini tann veruleika, at evnini at koyra bil hvørva orsakað av sjúkuni. Tað kann eisini vera ein orsøk til at venja seg við tankan um eina billeysa tilveru.

Læknar og serkøn kunnu hjálpa.

Um tað er ov torførur at tosa um kann ein loysn vera at seta seg í samband við lækna, demenssamskipara ella onnur serkøn. Tey kunnu vera holl í ráðum, um støða skal takast til, um best er at lata bilin standa, meðan tíð enn er til tess.

Heldur læknin, at tað er ábyrgdarleyst at halda fram at koyra bil, skal læknin gera vart við tað og heita á tann, ið er raktur av demenssjúku um at gevast at koyra bil.

Heldur ein kortini fram at koyra bil, skal læknin boða landslæknanum frá. Hann skal síðan kunna løgregluna um støðuna.

Ivast læknin í, um tann, ið hevur fingið eina demenssjúku er førur fyri at koyra bil á nóg tryggan hátt, kann hann mæla til eina vegleiðandi heilsuliga koyriroynd. Tað er ikki ein nýggj koyriroynd, men ein meting av verkliga koyriførleikanum. Koyriroyndina fremur ein motorserkønur við serligum kunnleika til júst henda trupulleika. Koyriroyndina skal ein sjálvur gjalda fyri. Meira fæst at vita um hetta á:

http://www.videnscenterfordemens.dk/faktaark/livet-med-demens-fakta-ark/fakta-ark-bilkoersel-og-demens/