Minniskøkan frá Mylnuni

Í sambandi  við alheims Alzheimerdagin, ið er tann 21. septembur, sendi felagið bakarínum “Mylnan” ein fyrispurning, har spurt varð, um tey vóru sinnað at stuðla Alzheimerfelagnum við at baka og selja nakrar køkur, sonevndar “Minniskøkur” henda dagin. “Mylnan” játtaði, bakaði 207 køkur og seldi tær allar.

Alzheimerfelagið takkar “Mylnuni” fyri beinasemið og stuðulin, knappar 20.000,00 krónur. Nevnast kann í hesum viðfangi, at allur ágóðin av søluni varð latin felagnum.

Facebook