Kafé í Spaniastovu í Klaksvík

Mikukvøldið 13. juni kl. 19.00 verður kafé í Spaniastovu í Klaksvík fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra, starvsfólk innan heilsuøkið, politikkarar, og onnur áhugað.

Skráin er hendan:

  • Malan Mohr, forkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felsgsins.
  • Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina
  • Kunning um tilboðini Almannaverkið hevur til fólk yngri enn 67 ár.
  • Starvsfólk frá Búðatrøð kunna um demenstænastuna í Norðoyggjum.
  • Jonhard Larsen og Albin Johannesen, um at vera avvarðandi.
  • Sangur við lokalum tónleikarum.
  • Síðani verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.

Borðreitt verður við kaffi/te og køkum

Verið vælkomin
Alzheimerfelagið