“Kanst tú blóma við demensi”?

”Kanst tú blóma við demensi?
Kom við á eina ferð frá Jørðini til Mánan”
Saman við Vibeke Drevsen Bach, ið eigur og rekur energy2work.dk

”Eg gloymi tað, tú segði,
Eg gloymi tað, tú gjørdi,
Men eg gloymi ikki tær kenslur,
Tú fekst meg at kenna.”

Vit skriva 2018, men tey eru mong, ið framvegis kenna seg uttanfyri og uppliva at vera deyð socialt, langt áðrenn likam teirra heldur uppat at liva. Tí er tíðin komin, har vit umorða demens í mannahuga soleiðis, at vit skapa vón og tryggleika fyri tey mongu heldur enn vónloysi og ótta fyri øll.

Hví umrøða vit ikki demens, sum var tað
ein long ferð frá einari gongustjørnu til aðra?
Ein ferð av Jørðini til Mánan?

Soleiðis ger dagsins frásøgukvinna og fyrilestrarhaldari Vibeke Drevsen Bach, ið eigur
og rekur fyritøkuna Energy2work.dk

Vibeke hevur skapt og ment eina heilt serliga og hjartanemandi frásøgn, ið leikar á mongum streingjum. Her endavendir hon tí, vit kenna til tilveruna við demensi. Hon vísir á sjónarmið
og víðkar okkara hátt at hugsa um, at tala um, at laga seg eftir og vera saman við menniskjum við einari demenssjúku.

Tíðin er komin til, at vit onnur mugu skilja betur, lata hjørtu okkara upp og læra at ferðast gjøgnum tíð og stað, læra at hugsa, skilja, tala, virka og vera í sambandi við ”Mánanskt”, sum Vibeke Drevsen Bach lýsir tað.

Kom við til eina ógloymandi uppliving,
Har tú sært Jørðina av Mánanum og á tann hátt fært hópin av hugskotum og íblástur, hvussu vit her í Føroyum kunnu fara undir at finna nýggjar virkisætlanir, so at ferðin av Jørðini upp á Mánan er at tola og letur seg gera.
Tá blómar tú hóast demens.

Vibeke dugir framúr væl at leggja samantvinnaðan og torskiltan kunnleika fram á so lættan, upplyftandi og kveikjandi hátt, at ein sleppur ikki undan at fáa íblástur av henni.
Og hon dugir sera væl at birta uppundir, at menniskjan blómar.

Vibeke hevur týtt Tom Kitwoodsa torskilta demensástøði til ein námsfrøðiligan og jarðbundnan mentanarskiftis- og námsalheim: ”Blómualheimurin” ið bæði er tætt knýtt at
”Ferðin av Jørðini til Mánan” og óteljandi ástøði og hættir, ið verða nýtt í Danmørk.
Við tí sum fakligum grundarlagi kunnu skapast óteljandi stjørnustundir.

Gleð teg, tí mong túsund kunnu ikki fara heilt skeiv.