Kirkjugongd kring landið Alzheimerdagin

Alzheimerdagin, hósdagin tann 21. september kl. 14:00, verða gudstænastur í seks kirkjum kring landið:

  • Christianskirkjan í Klaksvík – Hanus á Gørðum, prestur
  • Glyvra kirkja – Meinhard Bjartalíð, prestur
  • Vestmanna kirkja – Marjun Kálvalíð, prestuur
  • Vesturkirkjan í Havn – Heri Joensen, prestur
  • Sands kirkja – Jákup Reinert Hansen, prestur
  • Tvøroyrar kirkja – Jóhan Mortan Mortensen, prestur

Í fjør var skipað fyri gudstænastu Alzheimerdagin í Vesturkirkjuni. Nógv fólk vóru í kirkju og var tað sera hugnaligt og væleydnað.

Í samband við gudstænasturnar verður eisini sangur og tónleikur. Vit vóna at síggja mong av tykkum, sum eru á røktarheimum, sambýlum og dagtilhaldum og annars øll, sum eru rakt av sjúkuni og at vit fáa eina hugnaliga løtu saman Alzheimerdagin.  Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar.