Rita Knudsen hevur fyrilestur “Da Aage forsvandt”

Mánakvøldið 18. september kl 19 verður tiltak í læraraskúlahøllini á Frælsinum. Tá fer Rita Knudsen at hava framløguna “Da Aage forsvandt,” har hon sigur frá um støðuna sum avvarðandi hjá einum, sum er raktur av demens. Ritu og Aage kenna vit frá sendingum á TV2 “Da Aage forsvandt” og “Rita og Aages sidste dans.”

Rita og Aage vórðu gift, tá Aage fekk staðfest demens og Rita sigur frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum persóni við demens. Um øll tey torføru valini og avgerðirnar og hvussu hon hevur roynt at klára avbjóðingarnar. Hon er erlig og sigur tingini, sum tey eru. Framløgan varir umleið 2 tímar. Ein lítil steðgur verður við kaffi og smákakum og aftaná er møguleiki at seta Ritu spurningar. Rita hevur eisini útgivið bókina “Da Aage forsvandt,” sum fæst til keyps hetta kvøldið. Tiltakið er ókeypis.