|
"Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við" og sjálvandi vilja vit í Alzheimerfelagnum verða við í Fuglafirði hesa dagar:-)
Fyrilestur við Niklas Heri Jákupson og Jonhard Larsen, ið greiða frá teirra søgu tá mammurnar fingu alzheimersjúku á ungum árum. Kom og hoyr søguna hjá tveimum monnum í Mentunarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 19 september kl. 18.30.
Eisini verður Unn Justinusen, demenssamskipari við og fortelur eitt sindur um sjúkuna "demens"
. Poula Sørensen og Hans Jacob Hermanssen eru við einum nýggjum føroyskum filmi og einari bók "skunda tær at elska". Tey koma at hava eitt borð, har tey standa aftaná og til ber at fáa meira kunning frá teimum.
Vit bjóða kaffi, køkur og hugnaligt prát aftaná.
Reminiscens-framsýning í Høvdahúsinum í Fuglafirði
Alla mentunarvikuna, tvs. 18 til 23 september, verður Reminiscens-framsýning í Høvdahúsinum í Fuglafirði. Reminiscens er ein arbeiðsháttur at nýta saman við minnisveikum fólkum. Áhugafólk og limir í Alsheimerfelagnum skipa fyri. Til ber eisini at hava opið eftir avtalu, ringið á 288333.
Vit verða eisini við á Fólkafundinum í Tórshavn
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini.
Alzheimerfelagið |