|
Temadagur um demenssjúkur í Løkshøll 24. september 2011 |
|
|
|
|
Vit byrja dagin kl. 15 við at ganga runt Toftavatn, ið er beint við Løkshøll. Túrurin tekur eini 15-20 minuttir. Vit vóna at bæði ung sum gomul koma við til túrin. Eftir túrin bjóða vit frukt.
Kl. 15.30 verða trý upplegg í stóra salinum í Løkshøll.
· Pápi hevur alzheimer
Jastrid á Dalbo fer at siga frá søguni um pápa hennara, sum hevur alzheimer.
· Avvarðandi bólkar
Jónvør Christiansen, demenssamskipari, fer at greiða frá hennara royndum við at skipa avvarðandi bólkar. Í bólkinum fær ein møguleika at tosa við fólk, ið eru í somu støðu sum ein sjálvur, eins og tað er møguligt at fáa vitan um demenssjúkur. At tosa við onnur, sum eisini eru avvarðandi at fólki við demenssjúkum, kann geva tær betri styrki til at liva saman við minnisveikum. Avvarðandi bólkurin er eisini eitt rúm, har tað er loyvt at vera ein heilt vanligur avvarðandi, og har tað er loyvt at tosa um tað sum er ”ringt”.
· Eitt virðiligt lív hóast alzheimer!
Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelgnum og leiðari á Heimunum fyri Minnisveik við Vallalíð, fer at tosa um eitt virðiligt lív hóast ein hevur demenssjúku. Hon greiðir frá royndum frá hennara arbeiðsplássi, og lýsir gerandisdagin og hvussu arbeiðið verður skipað.
Kaffi og køkur verður at fáa aftaná fyrilestrarnar. |