Um demens PDF Prenta E-post

Man tað vera  minnissvinn? (demens)

10 ávaringar

Alzheimers sjúka er vanligasta sjúkan við minnissvinni (demens). Men eisini aðrar heilasjúkur skapa minnistrupulleika og broyttan atburð.

Ofta varnast vit ikki hesi sjúkutekin. Summi halda, at tey koma av sær sjálvum, tá ið vit eldast, men soleiðis er als ikki.

Onnur varnast tey ikki, tí eyðkennini um minnissvinn koma ofta so líðandi og sníkjandi.

Um tú í hesum teksti bert kenslu á onkur sjúkueyðkenni hjá tær sjálvari/um ella hjá næstringum tínum, eigur tú at seta teg í samband við tín lækna.

Hevur tú sjúku við minnnissvinni, er umráðandi at tú fært viðgerð skjótast gjørligt. Kanska bagir tær eitthvørt heilt annað, ið bara minnir um minnissvinn. Sjúkur finnast, har sjúkueyðkennini minna um minnissvinn, men tær kunnu møgulia lekjast, júst tí er umráðandi at fara til lækna. 

Havi eg eina heilasjúku (demenssjúku)

10 ávaringar, um minnið svinnur.

1.     Viknað minni seinastu tíðina, ið m.a. ávirkar arbeiðsavrikið. Men ikki er óvanligt av og á at gloyma uppgávur, telefonnummur hjá starvsfeløgum – og so minnast tey seinri. Fólk við minnissvinni gloyma oftari og minnast ikki aftur seinri.

2.     Ilt við at greiða vanligar gerandisuppgávur.  Strongd fólk kunnu gloyma, at tey hava kókað gularøtur aftur við døgurðanum. Tey varnast ikki grýtuna, fyrr enn døgurðin er etin. Fólk við minnissvinni kunnu matgera, men gloyma at seta tað, tey hava gjørt,  á borðið, og at tey yvirhøvur hava gjørt mat.

3.    Máltrupulleikar. Øll kunnu vit koma út fyri, at torført kann vera at finna rætta orðið. Men fólk við minnissvinni kunnu eisini gloyma heilt einføld orð og siga onnur orð í staðin fyri. Tað, tey siga, verður tí heilt ófatuligt.

4.    Gloyma tíð og stað. Ikki er óvanligt at gloyma, hvør dagur tað er, ella hvørjum tú fórt uttar í køkin eftir. Men fólk við minnissvinni kunnu villast uttanfyri hjá sær sjálvum, og tey vita ikki, hvat tey gera har ella finna ikki heimaftur.

5.     Lítið og einki skyn. Vit kunnu vera so burtur í einumhvørjum, at vit t.d. gloyma heilt, at vit eisini skulu ansa einum barni. Men fólk við minnissvinni kunnu heilt gloyma, at eitt barn er inni – og hvør eigur barnið. Tey kunnu eisini lata seg í vetrarklæði á sumri ella t.d. fara í fleiri húgvur uttan á hvørja aðra.

6.     Ilt við at hugsa í myndum. Vit hava øll upplivað, at torført kann vera at rokna í høvdinum. Men fólk við minnissvinni gloyma við hvørt tølini og hvussu tey kunnu nýtast.

7.     Gloyma lutir. Vit munnu øll hava gloymt, hvar vit løgdu brillurnar ella lyklakippuna. Fólk við sinnissvinni kunnu leggja strúkijarnið í frystaran ella seta sukurskálina í reingerðarskápið.

8.    Skiftandi hýrur og atburður. Øll kunn gerast tung í sinni og vera í skiftandi hýri. Fólk við minnissvinni kunnu gerast í ringum hýri eftir einum lítlum bili og vit vita ikki hví.

9.     Lyndisbroytingar. Einki óvanligt er, um lyndið broytist við aldrinum. Men fólk við minnissvinni kunnu broytast øðiliga og gerast illtonkt og ørkymlað.

10.  Tvørrandi virkishugur. Øll troyttast vit av og á av okkara arbeiði, um vit starvast heima ella úti, men tey flestu okkara  fáa virkishugin aftur sum frá líður. Fólk við minnissvinni kunnu gerast rættiliga óvirkin, og tey skulu stimbrast, eggjast og stuðlast til næstan alt.

Við aldrinum kann tað henda, at vit fara at stúra óneyðugt fyri, um okkum bagir eitt hvørt í heilanum, tí vit hava ilt við at minnast, sum vit plagdu. Tíbetur er í flestu førum talan um fyribils minnissvinn, ið kann koma av strongd, ringum svøvni, trupulleikum ella øðrum.

Hjá summum verður minnissvinnið kortini varandi. Tí hevur Alzheimerfelagið givið út faldaran um 10 tey vanligastu eyðkennini um minnissvinn, har Alzheimers er sjúka tann vanligasta.

___________________________________________________________________

Hesin teksturin er frá faldaranum um demens, sum fæst á apotekunum.

Hvat er minnisloysi (demens)?

Minnisloysi ella stuttminni (demens) er eitt felagsheiti fyri fleiri heilavirkisviknandi eyðkennum:
Minnið er farið at bila (stuttmint), tvørrandi hugsavning (koncentration), talubrek og ættarskil (orenteringsevne); mangan hevur tað við sær broytingar í persónleika, atburði og hýri.

Fyrr varð minnisloysi á ellisárum mangan í vanligari talu kallað kálking ella barndømi. Men minnisloysi er eitt sjúkutekin og ikki bara ein nátúrlig avleiðing av elli. Atvoldirnar at minnisloysi kunnu vera mangar - eitt nú blóðtøpp í heilanum, heilaskaða eftir vanlukkutilburð, eitran av heilivágshjáárini ella rúsdrekkamisnýtslu.

Alzheimer-sjúkan er atvoldin at meira enn helminginum av øllum minnisloysistilburðum hjá fólki nakað við aldur(eldri), har heilavevnaðurin, sum árini eru liðin, broytist stigvíst. Enn veit eingin, hvat orsøkin til hetta er. Nakrar heilakyknur farast, protein verður skilt burturúr í kyknunum og millum kyknurnar, og heilabørkurin minkar í vavi.

Títtleikin av Alzheimer-sjúkuni økist við árunum. Alzheimer-sjúkan kann hendingaferð taka seg upp longu á 40-50 ára aldri.


HVAT ERU EYÐKENNI FYRI MINNISLOYSI
- UNDIR HESUM ALZHEIMER SJÚKU ?

Sjúkan byrjar so líðandi og eyðkennini taka seg upp smátt um smátt sum árini líða.
Tey fyrstu eyðkenni vísa at:

Minnast nakað, ið sagt er ella hent fyri kortum
Nýta orð ella setningar rætt
Lesa ein text og skilja eini boð
Læra ella venja seg til nakað nýtt
Tamarhald á kensluherðindum
Velja fyri seg (taka avgerð)og duga at skyna á avleiðingum av gerðum(atburði) sínum
Hava skil á keypi (innkeypi), matgerð, pengamálum og tílíkum
Hava vitjandi ella vitja vinfólk og kenningar
Ætta seg (orientera seg) og finna á leiðina aftur (eitt nú á veg til hús)


Á fyrsta sjúkustigi eru eyðkennini ikki sermerkt. Minnisloysi (ella stuttminni) kann ávirka persónleikan. Summi gerast óvirkin og tunglynt, onnur ill í sær og ógvuslig; kortini er minnisloysisgongdin (stuttminni) ikki eins frá einum til annan.
So hvørt sum sjúkan tekur seg alt meira upp, kann hon elva til:
Talumiss
Tvørrandi ættarskil (orienteringsevne)
Virkisloysi merkist í hvørjum, eins og fjáltur (órógv)
Skiftandi sinnalag, sum ikki var nakað eyðkenni frammanundan
Illgrunasemi og ranghugsan
Liggja í andvekri (andvekur)
Kropsliga illa fyri og rørslutarnað
Tvørrandi føling við landi og opning

Minnisloysi kann ikki lekjast; men fólk, ið fáa Alzheimer-sjúkuna, hava í dag møguleika at fáa viðgerð við heilivági, ið hjá summum kann doyva ella lina sjúkueyðkennið. Serlækni skal skipa fyri heilivági. Summi sjúkueyðkenni ið fylgja við, eitt nú andvekur og tunglyndi, kunnu eisini í summum førum doyvast við heilivági.

Tað er av týdningi at taka sjúkuavgerð (staðfesta diagnosu) so skjótt sum gjørligt. Fyrst og fremst til tess at tryggja, at minnisloysissjúkueyðkenni, ikki stava frá aðrari sjúku, ið kann viðgerast - eitt nú tunglyndi, vitamintrot ella evnabroytingarsjúku. Men eisini fyri at tryggja, at tann sjúkan kann fáa best møguliga viðgerð og umsorgan og veita teimum avvarðandi neyðugan stuðul, leiðbeining og umlætting. Einum, við minnisloysi (demens), tørvar skipaðan gerandisdag við góðari og kærari umsorgan í rógligum umhvørvi.

HVUSSU ÁVIRKAR MINNISLOYSI
GERANDISDAG NÆSTRINGANNA ?

Minnisloysi nervar instu kenslurnar í tilveruni hjá einum húski. Mangan kenna tey avvarðandi ikki avleiðingarnar av minnisloysi (stuttminni) fyrr enn veruleikin brádliga er har og krevur eina serliga og torføra umsorgan. Sjúkan ber í sær, at tað gerst alt verri hjá tí einstaka, ið er stuttmintur, at síggja til sítt vanliga dagligdags yrki. Sum frálíður átaka tey avvarðandi sær av tí, ið tann minnisleysi ella stuttminti - áður hevði røkt. Tað kann hava við sær, at alt broytist hjá húskinum.

Tað er slítandi, at yrkadagurin verður broyttur við nýggjum og óvæntaðum krøvum, har stuðul og umsorgan samstundis gerast alt størri. Haraftrat kann tað hava verkligar og búskaparligar trupulleikar við sær. Tí er tað heldur ikki so løgið, at mong avvarðandi fáa strongdeyðkenni: Møði, høvuðpínu, magatrupulleikar, andvekur og annað; eitt nú tunglyndi, vreiði; og angistherðindi eru heldur ikki ókend fyribrigdi.

Hjúnum eru mangan fyri, at samlagið stigvíst broytir eginleika bæði kensluliga og kynsliga.

Tær broytingar ið henda einum menniskja ein er góður við, vekja sterkar kenslur. Í fyrstani vil ein mangan ikki viðurkenna sjúkuna. Treyðugt vil ein síggja veruleikan, sum hann er, og stundum kann ein kenna seg fullkomiliga hjálparleysan. Haraftrat kann ótti taka seg upp fyri ikki at kunna lúka tey krøv, sum framtíðin setur.

Samveran við eitt menniskja, ið hevur minnisloysi, kann vera sera torfør. Eitt fólk við minnisloysi krevur ofta so stórt uppmerksemi, at samveran við skyldólk og vinfólk kemur í aðru røð. Øll tey næstu avvarðandi hjá minnisloysissjúkum vita, hvat tað er.

Í førum har sjúklingurin ber seg øðrvísi at (orsakað) av minnisloysi, kann ein avvarðandi kenna seg foyan og missa tolið.
Tí kenna øll, ið hava búð saman við einum menniskja við minnisloysi (stuttminni), til at gerast ill og deila. Aftaná kann tað hava við sær skuldarkenslu og ringa samvitsku, ið kenst nívandi.

Tá fólk við minnisloysi broytast og ikki longur kennast sum ta menniskja, hann ella hon einaferð var, fellur ein í fátt og gerst harmur, tí tað kenst sum at ein í veruleikanum hevur mist ta menniskja, ein var góður við og hevði álit á.

Innflyting á røktarheim kennist mongum sum ta tyngstu avgerð í sjúkugongdini. Avvarðandi kunnu kenna tað, eins og at tey hava svikið viðkomandi við minnisloysi og hava eina skuldarkenslu av, at tey megna ikki longur umsorganaruppgávuna.
Eftir innflytingina á røktarheim kenna tey avvarðandi vanliga framvegis ábyrgd av, at tann stuttminti hevur tað gott, men kunnu vera í iva um, hvussu samstarvið við starvsfólkið á røktarheiminum skal vera.
At vera skildur burtur frá hjúnafelagi sínum kann, umframt tað kensluliga, eisini hava við sær broytingar í búskaparligum viðurskiftum.


Hvussu hjálpist tú við gerandisdagin ?
Roynið at taka ein dag í senn.
Gevið tykkum stundir til at greiða tað, tit kunnu gera nakað við.
Fáið hjálp til at fáa yvirlit yvir og møguleikar at greiða teir setningar, tit halda vera torførast.
Tosið við onkran um tygara/tykkara stúran.
Roynið at vera so veruleikakend sum gjørligt við atliti at, hvussu mikið tit kunnu megna. Haldið ikki, at tit kunnu megna alt sjálvi. Haldið ikki at tit kunnu útinna alt, tit kundu áður.
Roynið at vera veruleikakend tá hugsað verur um, hvat tann sjúki evnar.
Njótið tær góðu upplivingar og løtur tit hava saman.
Gevið tykkum far um, at evni og áhugi verða avmarkað hjá teimum sum hava minnisloysi so hvørt, sum sjúkan versnar.
Berið í bøtiflaka fyri tykkum sjálvum, um ikki alt gongur sum ætlað.
Missa tit tolið, gerast ill og mælsk, uggið tykkum so við, at fólk við minnisloysi gloyma skjótt. Roynið aftaná at tosa blídliga, gevið teimum eitt klemm og fevni tey. Bæði teimum avvarðandi og teimum við minnisloysi hava tørv á at verða kyst og klemmað, at verða fevnd og at kenna seg elskað.
Gerið familju og vinfólki varug við tørv tykkara og takið í móti teirri hjálp ið býðst. Halda tit, at onnur í húsinum ella avvarðandi kunnu veita størri hjálp, so roynið at tosa opinskárað og beinleiðis við tey um tað.
Farið væl um tykkum sjálvi. Minnist til, at tit framvegis hava loyvi til egin áhugamál og hava rætt til "frítíð". Fara tit ikki væl um tykkum sjálvi, kunnu tit heldur ikki veita tí stuttminta umsorgan leingi aftrat.
Vísið skemtilyndi tykkara, har tað ber til.
Eitt gott hugskot er at gera umhvørvið vart við, at talan er um eina sjúku; eitt nú gronnum, handilsfólkum, bókasavni og annars, har tann sjúki var vanur at koma. Mong fólk við minnisloysi gloyma, hvussu tað er at fara til handils og bara taka vørur av hillunum og fara avstaðaftur uttan at gjalda.
Stuttmint kunnu fara út og leita til tey kendu støðini, eitt nú banka og posthús og finna ikki heimaftur. Gevið tí minnisleysa eitt armband við navni og telefonnummari á tí persóni, ið samband kann fáast við. Tað kann vera hent at kunna løgreglustøðina í grannalagnum um trupulleikan, og at viðkomandi við minnisloysi hevur eitt tílíkt armbind.
Avvarðandi hjá einum, ið nýliga hevur fingið staðfest eina álvarsama sjúku, kunnu hava rætt til viðtali hjá sálarfrøðingi og fáa tilskot frá sjúkrakassanum. Spyrjið læknan.
Leitið hjálp hjá lækna og almannafyrisiting, áðrenn tað gerst ovboðið at greiða trupulleikan einsamøll.
Kunnið tykkum um minnisloysi. Farið á bókasavnið og farið upp í Alzheimer-felagið.
Tosið møguliga eisini við onnur avvarðandi í somu støðu).


Hjálparmøguleikar

Tað er av týdningi skjótast møguligt í sjúkugongdini at hava onkran at tosa við um teir trupulleikar, ið taka seg upp og at vita, hvar ein kann venda sær, og hvørjir hjálparmøguleikar eru at finna.
Lækni: Starvandi (praktiserandi) læknin kann taka eina fyribilssjúkuavgerð (diagnosu) og vísa til gjøllari kanningar. Verið ikki nøgd við eina frágreiðing um, at tað bara er "kálkan"
Málsviðgeri: Um almanna- og heilsufyrisiting hjá kommununi fæst samband við ein málsviðgera, ið veit at siga, hvørjir hjálparmøguleikar eru í kommununi.
Talan kann vera um:
Heimahjálp og heimasjúkrarøkt.
Tilhald á dagmiðstøð/dagrøktarstovnum
Daglig umlætting í heiminum
Umlættingartilhald í frítíð ella líknandi
Hjálparmiðlar sum t.d. línklæði og blæur
Matútbering
Koyrsluhjálp
Hjálp til møguliga umsókn um fulltrú
Búskaparlig hjálp
Hjálp til møguliga eftirlønarumsókn
Vitjan (við hús) av samskipanarfólki ella einum Gerontopsykiatriskum bólki (ellifrøðingum)
Húsabroytingar ella hjálp til flyting á røktarheim.

Tilboðini eru ymisk frá einari kommunu til aðra. Lækni tykkara og heimahjálpin vilja kunna tykkum um, hvørji tilboð kommuna tykkara hevur at bjóða. Ivast tit í, hvar tit skulu venda tykkum, fáið so telefonsamband við Alzheimerfelagið og biðið um ráðgeving.

Avvarðandi (bólkar): Hóast tað kann kennast eyðvitað, at leita sær ráð hjá húsfólki og næstrafólki og bestu vinfólkum, vísa royndir, at tað er ein serligur lætti at tosa um trupulleikarnar við onnur enn næstrafólk, sum eru í somu støðu.

 

Eik banki: 9181-133.447.8 - Norðoya Sparikassi: 9865-102.346.7 - Føroya Banki: 6460-163.404.8 - Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.729.3

Alzheimerfelagið • Íslandsvegur 10 C • FO-100 Tórshavn • Tel. +298 21 60 26 • Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.