Við Appini DrugStars ber til at lata pening til vælgerandi endamál, hvørja ferð tú tekur tín heilivág. Og tað kostar tær einki!Tú gert av, hvørjari søk tú vilt stuðla, t.d. ber til at stuðla Alzheimefelagnum.
Hetta ljóðar helst ov gott til at vera satt, men tað ber til. Alzheimerfelagið hevur nevniliga fingið sína egnu síðu í appini DrugStars.
Hvussu virkar hetta?
Tá ið tú hevur tikið appina niður, fært tú sum brúkari stig í stjørnulíki í sambandi við, at tú tekur tín heilivág, vitaminir ella annan handkeypsheilivág. Eisini ber til at savna stjørnur og geva tínum heilivági skoðmál. Tær savnaðu stjørnurnar verða býttar um við pening, tá ið tú letur einum felagsskapi tær – og tað kostar tær ikki eina krónu. Les meira um skipanina her:
Tað er sera einfalt.
1.Tak DragStars appina niður frá www.DrugStars.com, ella finn hana á Google Play ella App store, skráset heilivágin og/ella vitaminirnar, ið tú tekur.
2. Halt fram at taka heilivágin, soleiðis sum læknin hevur fyriskrivað.
3. Fá ”Stjørnur” sum viðurgjald fyri at hava tikið tín heilivág ella fyri at meta um virknað av heilivágnum (tí heitið DrugStars)
4. Gev Alzheimerfelagnum tínar ”DrugStars”, so býtir DrugStars stjørnurnar um við reiðan pening.
Mangir løkir smáir geva betri sjúklingakor kring allan heimin.
1 stjørna svarar til 7 oyru. Tað ljóðar ikki av so nógvum, men ”Mangir løkir smáir gerast stórar áir”. Í miðal savnar ein sjúklingur uml. 1000 stig um árið. Um 100 sjúklingar stuðla Alzheimerfelagnum árliga, fær felagið 7.000 kr í stuðli. Tað er stuðul, ið kann lyfta arbeiði felagsins til gagns fyri tey sjúku.
Claus Møldrup, fyrrverandi professari í samfelagsheiliráðsfrøði, tók stig til DrugStars, og dreymarnir eru stórir: ”At hugsa sær um hvør skamtur av heilivági, ið verður tikin á heimsstigi, bøtti um korini fyri sjúklingin? Vónin er, at Drugstars á tann hátt skapar og mennir eina heimsumfatandi rørslu,” greiðir Claus Møldrup frá.
Hvussu verða stjørnurnar til pening? Hvaðan kemur peningurin?
DrugStars rindar gávuna við peningi úr egnum lumma, úr privatum grunnum og veitir sínum samstarvsfeløgum innsavnaðar dulnevndar dátur. Tað snýr seg um fyritøkur, ið fegnar vilja læra royndir sjúklinganna at kenna fyri at kunna bøta um sínar egnu vørur. Á tann hátt ber ikki til at venda aftur til hvønn einstakan brúkara, men fer harafturímóti at hjálpa til at bøta verandi og at menna framtíðar heilivág. Soleiðis kanst tú lata til vælgerð, samstundis sum royndirnar við tínum heilivági kunnu hjálpa bæði tær sjálvum og øðrum.
DrugStars gongur heilt og fult inn fyri dátuverju og at verja persónligar upplýsingar og fyri at tryggja, at innlitið gagnar okkara brúkarum og tí breiða sjúklingasamfelagnum. DrugStars samstarvar í fullum samsvari við europisku persóndátuásetingina.