Serlig fyrivarni viðvíkjandi menniskjum við demensi og COVID-19-virussi.

Hjálpið fólkum við demensi at halda leiðbeiningina frá myndugleikanum:

Demenssjúka kann bera í sær, at ein tekur ikki neyðug fyrivarni fyri at sleppa undan at verða smittað/ur. Kanska gloymir ein at vaska sær um hendurnar, at halda fyri munnin, tá ið ein hostar, ella at koma ov nær øðrum, ið eru sjúk.

Varnist sjúkueyðkenni hjá fólki við demensi:

Fólk við demensi eru neyvan før fyri at varnast sjúkueyðkennini sjálv. Tey duga ikki eins væl og frísk fólk at greiða frá, um tey hava høvuðpínu, hava fepur ella okkurt annað mein. Sjúkueyðkenni v.m. í sambandi við COVID-19 eru at finna her:
https://corona.fo/sjukueydkenni

Fólk við demensi eru serliga viðbrekin:

Coronaviruss rakar eldri og sjúk fólk meinari, og deyðleikin teirra millum er munandi størri enn millum teirra, ið eru frísk ella yngri. Tí eiga vit at ansa serliga væl eftir og at gera eftir teimum ráðum, ið myndugleikin mælir til.

Menniskju við demensi kunnu lættliga gerast bangin:

Hóast tey hava gingið leingi við demensi og eru illa fyri, merkja tey ofta eina ótrygd og broytt huglag av nýggju støðuni. Gevið tykkum tíð til sissa fólkið við demensi og gev henni ella honum ta fatan, at tú ella tit hava tamarhald á støðuni.

Kunning og/ella hjálp:

https://corona.fo/
https://landslaeknin.stps.dk/fo/
https://www.hmr.fo/


Harumframt eru bólkar á Facebook undir heitinum. ”Grannahjálp í smb. við Corona”.