Hvussu kanst tú sum avvarðandi bera teg at undir Corona farsóttini.

Tað er ein torfør støða at koma í, um ein sum avvarðandi at einum fólki við demensi sleppur ikki at vitja sín maka ella annað av foreldrunum á einum ellis- ellla røktarheimi.
Gerandisdagurin er knappliga broyttur til nakað, sum eingin okkara hevur roynt áður. Henda støðan vekir sjálvandi kenslur í okkum. Vit kunnu kenna okkum særd, kedd, vreið, ella vit fáa eina kenslu av ómegd. Tankarnir fara á flog, og vit ivast kanska í, um okkara avvarðandi við demensi fara at minnast okkum ella at kenna okkum aftur, eftir at vit hava ikki vitjað í nakrar vikur. Hvussu gongur gerandisdagurin, nú eg kann ikki geva mítt íkast við góðum upplivingum?
Alzheimerfelagið mælir til:
- at tosa við onnur um støðuna. Tað kann vera ein lætti at greiða øðrum frá sínari stúran, at vera fleiri um byrðuna.
- at seta seg í samband – gjøgnum telefon ella við telduposti – við starvsfólkini fyri at frætta, hvussu gerandisdagurin gongur. Tað kann sissa ein sjálvan og skerja stúrandi tankar,
- at tosa í telefon við sín avvarðandi. Kanska liggur fyri hjá starvsfólkunum at veita eina hjálpandi hond fyri at skipa fyri einari videosamrøðu, so báðir partar fáa eygnasamband, meðan prátað verður.
- at skriva eitt bræv til sín avvarðandi. Greið frá góðum upplivingum, tit hava havt, onkrum stuttligum ella send eina mynd. Starvsfólkini kunnu hjálpa og kanska lesa brævið fyri makanum, mammuni, pápanum, ella hvør tann avvarðandi nú er, um hon ella hann er ikki før ella førur fyri at lesa tað sjálv/ur.
- at ringja til Demenslinjuna, tlf nr 788012.