Alzheimerfelagið skipar fyri avvarðandibólkum

Hevur ein av tínum kæru demens/alzheimers, og tørvar tær at tosa við onnur í somu støðu?

So ert tú hjartaliga vælkomin í ein av avvarðandibólkunum, sum Alzheimerfelagið skipar fyri í vár.

Kann hjálpa at tosa við onnur í somu støðu

Avvarðandi at fólki við demenssjúkum eru í eini truplari lívsstøðu, og tá ið ein í familjuni er raktur av demenssjúku, verður øll familjan rakt.

Demenssjúkur eru vitanartungar og broytast støðugt, og tí hevur tað stóran týdning fyri avvarðandi at fáa kunnleika um sjúkuna og stuðul frá øðrum, sum skilja kenslurnar og støðuna, ein er í. Tá kann ein avvarðandibólkur vera ein góð hjálp.

Bólkar fyri makar og børn

Tørvurin og støðan hjá avvarðandi eru ymisk, og um undirtøka er fyri tí, ætlar felagið at stovna hesar bólkar:

  • Bólk fyri makar (kanska býtt í mannfólk og konufólk)
  • Bólk fyri vaksin børn hjá foreldrum við demensi.

Ert tú yngri enn 18 ár, og hevur tú foreldur við demensi, viðmæla vit tilboðið hjá Beranum til børn/ung, hvørs foreldur hava álvarsama sjúku. Til ber at seta seg í samband við Beran á tlf. 222993 ella at skriva til: berin@berin.fo.

Hjálp til sjálvhjálp 
Avvarðandibólkarnir hjá Alzheimerfelagnum eru ikki eitt viðgerðartilboð, men hjálp til sjálvhjálp, við tað at luttakararnir fáa stað og høvi til at greiða frá egnum royndum og at finna loysnir saman.

Bólkarnir verða skipaðir og stuðlaðir av fakfólki innan demensøkið ella avvarðandi við góðum kunnleika til økið. Prátið tekur í stóran mun støði í tørvinum og áhugamálunum hjá luttakarunum, men av og á hava fakfólk ella avvarðandi eitt stutt upplegg.

GG: Luttakarunum og fakfólkunum er áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Málið við bólkunum er, at avvarðandi:

  • fáa kunnleika um demens,
  • fáa hent ráð um almenn tilboð,
  • finna stuðul og styrki til at megna gerandisdagin,
  • viðgera kenslur,
  • fáa hjálp til at bróta sosiala avbyrging,
  • fáa hugskot til samveru við tí demenssjúka,
  • fyrireika tey avvarðandi til nýggjar avbjóðingar, sum sjúkan kann hava við sær, og
  • hví er felagskapur týdningarmikil?

Tíð og stað:

Avvarðandibólkarnir verða 14. hvønn dag um kvøldið í hølunum hjá Alzheimerfelagnum:

Íslandsvegur 10C, 100 Havn (í MEGD-húsunum).  Tilmelding innan 6. mars 2023.

Tá ið tilmeldaringarfreistin er farin, verður kunnað neyvari um dagfestingar og klokkutíð.

Er undirtøkan til tess, kann koma upp á tal at skipa fyri avvarðandibólkum aðrastaðni í landinum.

Tekna teg til ein avvarðandibólk

Tú kanst tekna teg til ein avvarðandibólk umvegis okkara teldupostadressu: alzheimer@alzheimer.fo

Viðmerk um tú ert maki ella barn at fólki  við demensi, og hvar í landinum tú býrt.

Kostnaður 250 kr. Hevur tú spurningar um avvarðandibólkarnar, kanst tú skriva til okkum á alzheimer@alzheimer.fo ella ringja til okkum á 788012.

Facebook