Áheitan til allar flokkar, sum stilla upp

Fyri stuttum varð áheitanin niðanfyri send landsstýrismanninum í heilsumálum. 
Síðan tá er støðan broytt á tann hátt, at val er skrivað út.

Alzheimerfelagið loyvir sær tí at senda teimum flokkum, sum stilla upp á komandi løgtingsvali, áheitanina við ynski og vón um, at hugsað verður um okkara allarveikastu borgarar, nú farið verður undir at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár til rættis.            

Áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum og á Føroya Løgting.

Nú eru 7 ár liðin, síðan Føroyar fingu Demensætlanina: “Gloymsk-men ikki gloymd 2015”, Demensvinarligt samfelag (lms.fo) og er hon hornasteinurin í demensætlanini.

Men vit mugu staðfesta, at enn eru bara 2,47 landsdemenssamskiparar settir í starv, og sostatt tørvar okkum framvegis 2,8 samskiparar.

Søguliga gongdin er, at í desembur 2015 játtaði landsstýrið 200.000,00 krónur á fíggjarlógini fyri

2016 , og síðan er játtanin økt eitt sindur hvørt ár og hevur verið 600.000,00 krónur okkurt árið.

Játtanin fer øll til landsdemenssamskiparar, sum eru bulurin, um vit skulu fáa einar demensvinarligar Føroyar og sostatt koma longur fram á leið.

Seinastu 3 árini er játtanin einki økt, og tað er spell. Hevði sitandi landsstýri t.d. havt økt játtanina við 500.000,00 krónur árliga, vóru vit næstan komin á mál.

Tað eru ikki øll lond, ið hava eina tílíka demensætlan, og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalaga á hesum økinum.

Í demensætlanini er nágreiniliga orðað, hvørji tiltøk neyðugt er at seta í verk fyri, at vit kunnu kalla okkum eitt demensvinarligt samfelag. Fyrsta stigið er at seta 5,3 landsdemenssamskiparar til alt landið, og teir skulu vera á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hesir samskiparar skulu vera sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum, og teir skulu vera millumliðið ímillum Demensklinikkina og eldraøkið í kommununum. Fyri borgarar undir 67 ár eru samskipararnir eisini millumliðið millum Demensklinikkina og Almannaverkið.

Eysturoyggin, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágoyggin og Sundalagið umframt borgarar undir 67 ár fáa tænastur frá einum landsdemenssamskipara, men í Suðurstreymoy, í Sandoynni og í Suðuroynni er enn eingin samskipari. Tað merkir tað sama sum, at enn vanta 2,8 samskiparar. Tá ið teir eru settur í starv, er málið rokkið. Tað fer at kosta landskassanum árliga á leið 600.000,00 krónur fyri hvørt ásverkið ella upp ímóti 2 milliónum krónum til samans. (Øll ætlanin liggur um 3 milliónir krónur til samans um árið).

Alzheimerfelagið heitir tí staðiliga á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini komandi ár fyri at fullfíggja fyrsta stigið í demensætlanini. Á tann hátt kunnu fólk við demensi og avvarðandi teirra fáa eins tilboð um tænastur frá landsdemenssamskipanini – sama hvar í landinum tey búgva, og hvønn aldursbólk tey hoyra til.

 Alzheimerfelagið.

Facebook