5 góð ráð nú val stendur fyri durum

Góð ráð í sambandi við løgtingsvalið ið stendur fyri durum:

Val nærkast, og fyri fólk við demens kunnu tað vera avbjóðingar við at útinna sín demokratiska rætt. Vit hava her fimm góð ráð, um hvussu tú kanst hjálpa fólki við demens at atkvøða.

Løgtingsval stendur fyri durum.
  1. Tosa við persónin um valið.
    Fólk við demens eru eisini áhugað í politikki og samfelagsviðurskiftum, og hava eina meining um politikarar
  2. Bjóða tær at fylgja persóninum til valstaðið
    At ferðast í almenna rúminum kann vera torført fyri ein persón við demens, og tí kann ein persónur við demens hava trupulleikar við at koma fram til valstaðið
  3. Hjálp við brævatkvøðu
    Fleiri velja at brævatkvøða, men fólk við demens kunnu hava trupult við at fylgja mannagongdini fyri brævatkvøðu
  4. Ger valdagin hátíðarligan – eisini á ellis- og røktarheimum
    Tað eru mong ið gera nógv burturúr valdegnum, eitt nú at pynta við fløggum osfr. Hetta kann vera ein hátíðardagur, eins og allir aðrir serligir dagar
  5. Fortel øðrum hví fólk við demens eisini hava atkvøðurætt
    Hóast fólk hava eina demensdiagnosu, eru tey ikki ómyndug. Tey hava eins stóran rætt at hava ávirkan sum øll onnur yvir 18 ár. Atkvøðurætturin er tryggjaður í grundlógini