Altjóða alzheimerdagur 2022 á Reinsarínum

Vælkvalifiserað starvsfólk hava alstóran týdning fyri fólk við demensi!

Í samband við altjóða alzheimerdagin 21. september skipar Alzheimerfelagið fyri almennum fundi á Reinsarínum, har ljós verður varpað á týdningin av góðum og vælkvalifiseraðum starvsfólkum á demensøkinum.

Tað hevur sera stóran týdning, at starvsfólk á demensøkinum eru væl útbúgvin innan demens, so tey eru før fyri at skilja og hjálpa einstaka menniskjanum við demensi og teirra avvarðandi. Kanningar vísa, at hetta, og sum heild góðar umstøður, hækkar lívsgóðskuna hjá tí sjúka og lættir um hjá starvsfólkunum. 

Men ein tann størsta hóttanin ímóti okkara vælferðarsamfelagi er starvsfólkatrot á kjarnuvælferðarøkjunum – eitt nú á eldraøkinum og demensøkinum. Ein trupulleiki, sum fer at vaksa í framtíðini, og sum kann hava stórar avleiðingar fyri samfelagið og borgarar!

Tað hevur Búskaparráðið víst á, og tað kom eisini fram í frágreiðingini ”Í góðum hondum”, sum landsstýrið og kommunufelagið løgdu fram í vár.

Í frágreiðingini verður mælt til alneyðug átøk, sum mugu fremjast fyri at tryggja nóg góðar umstøður til børn, eldri og fólk við serligum tørvi. Men hóast vit standa á einum brennandi platformi, hevur frágreiðingin higartil verið sera lítið umrødd – eisini politiskt.

Alzheimerfelagið vil við hesum almenna fundinum varpa ljós á stóra týdningin, sum vælkvalifiserað starvsfólk hava fyri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi.

Skrá:

19.00: Vælkomin.

– Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum bjóðar vælkomin.

– Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og samskipari av frágreiðingini ”Í góðum hondum”:

Trupulleikin við starvsfólkatroti í dag og í framtíðini og høvuðstættir í frágreiðingini “Í góðum hondum”.

Unn Justinussen, deildarleiðari á Dagtilhaldinum á Skála og demenssamskipari í Roðanum:

Royndir við rekruttering og týdninginum av vælkvalifiseraðum starvsfólkum innan demensøkið.

20.15: Steðgur og drekkamunnur.

– Annika Davidsen, sálarfrøðingur:

Hvat eyðkennir sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki, og hvat skal til fyri at starvsfólk støðast?

– Alzheimerfelagið:

Viðmerkingar hjá Alzheimerfelagnum til frágreiðingina “Í góðum hondum”

21.00: Spurningar og orðaskifti.

22.00: Takk fyri í kvøld.

Facebook