Alzheimerfelagið á Demensdøgum 2022

Alzheimerfelagið var í síðstu viku á ráðstevnuni “Demensdage 2022”, sum “Videnscenter for Demens” skipar fyri á hvørjum ári.

Ráðstevnan var fyri fyrstu ferð í Aarhus, og heili 1000 fakfólk, har ímillum 18 føroyingar, luttóku.

Her er ein longri frágreiðing um nakað av tí, vit fingu burturúr áhugaverdu ráðstevnuni. 🌼

Høvuðsevnið í ár var “læring hele livet”, og við hesum vildu fyriskipararnir leggja dent á, hvussu umráðandi tað er, at fólk, ið starvast innan demensøkið, eru vælútbúgvin og áhaldandi førleikamennast. Demenssjúkur eru vitanartungar sjúkur, ið raka fólk ymiskt, og sum støðugt broytast. Tí er neyðugt at starvsfólk á demensøkinum hava góðar førleikar og nýggjastu vitanina fyri at kunna veita hjálp, ráðgeving og stuðul á einum nóg høgum fakligum støði.

Nógvir áhugaverdir og fjølbroyttir fyrilestrar vóru á skránni á ráðstevnuni m.a.:

• Styrket læring og faglighed i praksis

• Alzheimers sygdom

• Inddragelse og samarbejde med pårørende

• Livet med demens – at leve imens

• Mennesker med udviklingshæmning og demens

• Hvordan nedbringer vi forbruget af antipsykotika – muligheder og barrierer

• Kognitive processer

• Trivsel og livskvalitet i plejeboligen

• Tryghedsskabende teknologi

• Demensvenligt sygehus

• Demens, kreativitet og kultur

Nakrir av fyrilestrunum vóru náttúruvísindaligir og um nýggjastu vitanina um alzheimersjúkuna og demensheilivág. Men meirilutin av fyrilestrunum snúði seg um, hvussu tað ber til at skapa karmar, sum elva til so góðan trivnað og lívsgóðsku hjá menniskjum við demensi og teirra avvarðandi, sum til ber.

Tí góður trivnaður hevur ikki bert við sær eitt gott og virðiligt lív hjá demenssjúkum. Fleiri granskingarverkætlanir, ið vórðu lagdar fram á ráðstevnuni, vísa eisini, at góður trivnaður kann minka um tørvin á heilivági, útseta tørvin á røkt og røktarheimsplássi, minka um sjúkrafráveruna og betra um trivnaðin hjá starvsfólkum, ið arbeiða á demensøkinum. 🌸

Góðir og fjølbroyttir karmar, sum skapa góðan trivnað fyri menniskjur við demensi, hava sostatt eisini fíggjarligan týdning fyri samfelagið.

🔸️ Persónstengd umsorgan 🫂

Stóri spurningurin er so, hvussu slíkir karmar kunnu setast á stovn og skipast?

Nógv skal til, men um vit skulu nevna eina loysn ella eina hugsjón, ið stórur dentur varð lagdur á á ráðstevnuni, má tað vera hugtakið ”persónstengd umsorgan” (personscentreret omsorg).

Persónstengd umsorgan er ein umsorganarfilosofi- ella tilgond, sum virðir og viðurkennir menniskja sum serstakt og við grundleggjandi sjálvsavgerðarrætti uttan mun til aldur, bakgrund ella sjúku. Hetta hevur við sær, at menniskjað er í miðdeplinum heldur enn demenssjúkan, og at tilboð, umsorgan og røkt skal veitast við støði í lívssøguni, áhugamálunum, vanunum og sálarligu tørvunum hjá persóninum við demensi.

Persónstengd umsorgan er ein holistisk og tvørfaklig tilgongd, har dentur eisini verður lagdur á sosial-sálarlig og mentanarlig viðurskiftir, og hugsjónin viðurkennir og staðfestir, at tað ber til at trívast og liva eitt gott lív við demenssjúku.🌱

Hetta kann tykjast sjálvsagt – helst hjá avvarðandi. Men áðrenn persónstengda hugsjónin gjørdist útbreidd, var áskoðanin á demenssjúkur meira neilig og eyðkend av einari bio-medisinskari tilgongd. Hugburðurin var, at avtíð at sjúkan støðugt versnar, er lítil og ongin vón fyri menniskjað við demensi.

Tíverri sæst hesin hugburður framvegis í ávísan mun, og tí er góður kunnleiki til persónstengda umsorgan fundamentið undir, at vit kunnu skapa betri karmar til fólk við demensi.

Til ber at lesa meira um persónstengda umsorgan á m.a. heimasíðuni hjá Nationalt Videnscenter for Demens.

🔸️ Gott samstarv við avvarðandi 🤝👥

Ein annar boðskapur, sum stóð ovarlaga á ráðstevnuni, var, hvussu týdningarmikið gott samstarv millum fakfólk/starvsfólk og avvarðandi er. Tey avvarðandi kenna tann demenssjúka best og eru so at siga “serfrøðingar” í einstaka menniskjanum. Tey kenna lívssøguna, vanarnar, áhugamálini og tørvirnar, og hendan vitanin er sera umráðandi fyri, at starvsfólk kunna veita eina persónstengda umsorgan. Í fleiri førum er samstarvið millum fakfólk og avvarðandi tó ikki nóg gott ella nóg væl skipað. Kanska tí tað krevur eina broyting í bæði hugburði og máta at skipa arbeiðið uppá.

Tí snúðu fleiri fyrilestrar á ráðstevnuni seg um, hvussu samstarvið millum avvarðandi og starvsfólk kann skipast. Sum heild kan sigast, at tað fyrst og fremst krevur, at leiðslur ganga fremst og raðfesta gott samstarv. Arbeiðið má leggjast soleiðis til rættis, at karmar eru til prát og samskifti. Eitt nú er javnan tørvur á fundum, har starvsfólk kunnu læra av royndunum hjá teimum avvarðandi, og har tey avvarðandi eisini kunnu fáa ráðgeving og hjálp til ivamál og avbjóðingar frá fakfólki.

Tað kann vera tungt at verða avvarðandi, men ofta er eitt gott og virðiligt práti um stúranir og avbjóðingar, og har avvarðandi og starvsfólk kunnu seta orð á tørvir og væntanir, ein stór hjálp.

Royndir frá ymsum kommunum í Danmark vísa, at eitt tættari samstarv millum starvsfólk og avvarðandi hevur jaligar fylgjur við sær fyri bæði tann demenssjúka, tey avvarðandi og starvsfólkini.

🔸️ Eitt virkið lív 🚶‍♂️🔨👨‍👩‍👧‍👦🛒🌱🎨🎶🥗💃

Harumframt løgdu fleiri fyrilestrarhaldarar dent á, hvussu umráðandi tað er, fólk við demensi hava eitt virkið og meiningsfult lív og at varðveita sosial sambond.

Innihaldsríkt og meiningsfullt virksemið, og tað at luttaka í gerandislívinum, er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum – eisini hjá fólkum við demensi. Men fólk við demenssjúku hava brúk fyri stuðli fyri at kunna varðveita førleikar og fyri at kunna luttaka í gerandislívinum.

Karmarnir og tilboðini til at stuðla undir hesum kunnu vera fjølbroyttir, men tað er umráðandi, at tilboðini eru persónstengd og taka støði í tørvunum og ynskjunum hjá einstaka menniskjanum. Haraftrat mugu tey vera lagað til, hvar í sjúkugongdini persónurin er.

Í fyrilestrinum hjá Idu Lind Glavind, ph.d.-lesandi í danska Alzheimerfelagnum og á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, varð víst til eitt sitat frá einari kvinnu við demenssjúku. Sitatið lýsir væl hendan tørvin frá sjónarhorninum hjá einum menniskja við demensi:

“Hvis man bliver buret inde og forladt alene på et værelse på et plejehjem uden nævneværdigt mange mennesker omkring sig, så falmer man hen og så dør man hurtigere. Det er jeg helt sikker på […] altså vi er et socialt væsen, og man bliver ikke mindre sosial af at være dement, det gør man altså ikke. Det kan godt være, at man har nogle symptomer, som kan opfattes som, at man som menneske skal holde sig væk fra den demente. Men det er ikke pointen. Ingen vil være helt for sig selv”.

Teksturin er hjartaskerandi, men veruleikin er, at vandi er fyri, at fólk við demenssjúku missa relatiónir og møguleikar fyri at vera eins virkin og tey hava tørv á, um tey ikki hjálp til hetta.

🔸️ Tilboð tíðliga, mitt og seint í sjúkugongdini

Á ráðstevnuni var ljós eisini varpa á, at fólk við demenssjúku mugu hava møguleika fyri at vera virkin bæði tíðla, mitt í og seint í sjúkugongdini.

Fleiri dømir vóru um, hvussu slík tilboð kunnu skipast tíðla og mitt í sjúkugongdini, tá ein býr heima. Tað kann eitt nú vera við stuðli í heiminum, á dagtilboði, gjøgnum bólkar á netinum, við hjálp frá sjálvbodnum, ítróttarfeløgum ⚽️🏸🏒🏃‍♀️, familju ella vinum, og við at luttaka í virkis- og frítíðarmøguleikum úti í samfelagnum.

Júst í samband við virkis- og frítíðarmøguleikum í samfelagnum, kunnu eitt nú mentanarstovnar spæla ein leiklut. 🎶🖼

Fleiri fyrilestrar vístu nevniliga á evidensbaserað gransking, sum staðfestir, at mentan og list hava jaliga ávirkan á trivnaðin hjá fólki við demensi. Neyðugt er við meiri gransking fyri, at staðfesta júst hví, men orsøkin er helst bæði, at sjálv listin stimbrar sansir og minnir, men eisini at góðar upplivingar saman við øðrum skapa trivnað.
Sum heild mangla slík tilboð tó, og har mugu øll lyfta í felag. Mentanarstovnar sum bókasøvn, listasøvn og onnur mentanarhús mugu fevna um fólk við demensi og t.d. bjóða fram serstøk tiltøk.

Eisini seint í sjúkugongdini er neyðugt við góðum trivnaðarkørmum, og nakrir fyrilestrar vóru um, hvat eitt gott og virkið lív á einum røktarheimi er. Tað er ein sera stór og kensluborin broyting, tá neyðugt er at flyta úr egnum heimi og á røktarheim. Tí er góð móttøka og innflyting og virkismøguleikar á røktarheiminum eisini umráðandi.

🔸️ Hvat kunnu vit læra av og arbeiða meira við Føroyum?

Hóast vitanin, ið vit fingu á ráðstevnuni “Demensdage 2022” sum heild er kend, er tað lærurík at síggja, hvussu land og kommunur í Danmark ítøkiliga arbeiða við at betra um karmarnar og harvið trivnaðin og lívsgóðskuna hjá menniskjum við demensi.

Men vit kunnu eisini staðfesta, at hóast tað gongur framá á demensøkinum í Føroyum og vit hava nógvar eldsálir og góð og demensútbúgvin starvsfólk, so gongur menningin ov seint.

Sum heild kann sigast, at vit í Føroyum mangla vitan, kunning og ráðgeving, og eisini í stóran mun fjølbroytt virkis- og trivnaðartilboð til fólk við demensi. Og so má demensøkið raðfestast hægri av politisku skipanini.

👉 Eitt nú eru pengar bert játtaðir til tríggjar landsdemenssamskiparar á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Sostatt er ongin landsdemenssamskipari í Havn, í Sandoy og í Suðuroy, og tí standa tey avvarðandi púra á berum og einsamøll, tá sjúkan er staðfest. Tey mugu sjálvi leita sær alla vitan og hjálp, og tað kann vera sera tungt og torført í einari svárari støðu.

Alneyðugt er tí, at peningur sum skjótast verður játtaður til at seta tveir landsdemenssamskiparar aftrat í starv á Demensklinikkini!! 🤚

Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum ger eitt stórt arbeiðið og hevur góðar visiónir, men manglar fígging til at fremja visiónirnar í verki. Eitt nú eru ætlanir um ein vitanardepil/heimasíðu har kunning og vitan um demens, upplýsingar um tilboð í Føroyum og hvar ein kann finna hjálp, verður savnað. Hetta eigur eisini at raðfestast høgt og fígging fáast til vega.

Haraftrat mugu øll, land kommunur, almennir stovnar, mentanarstovnar og sjálvboðin, vinir og familja samstarva um at skapa góðar og fjølbroyttar karmar til fólk við demensi og teirra avvarðandi, so eisini tey kunnu hava eitt virki og meiningsfult lív í okkara landi.

🔸️ Vitan og kunning er alneyðugt

Vit í Alzheimerfelagnum vilja takka fyri eina góða demensráðstevnu, og kunnu staðfesta at størri vitan um demens er alneyðug skulu vit skapa teir karmar, sum vit ynskja í Føroyum, fyri menniskju við demensi. ☺

Facebook