Tann 23. mars var árligi aðalfundurin hjá Alzheimerfelagnum hildin á Parnassinum. Fitt av fólki var komið á fundin.
 
Skrá sambært lógum felagsins.
  1. Val av orðstýrara:
    • Uppskot: Hans J. Hermansen
    • Samtykt
  2. Ársfrágreiðing felagsins
    • Forkvinnan Ann-Mari Jensen legði fram ársfrágreiðing fyri 2021.
    • Góðtikin
    • Frágreiðing kann lesast her: Ársfrágreiðing 2021
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
    • Góðkendur, Alexander Samuelsen legði framm.
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
    • Eingin broyting
  5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara
    • Fyri vali stóðu: Jóhanna Henriksen, Anna Petra Winther og Marjun Restorff sum eykalimur, eingin teirra tók við afturvali.
    • Skotið varð upp at velja Lív Mikkelsen og Nainu Túgvustein í nevndina og Leif Petersen sum eykalim. Varð samtykt.
      Jonny Trygvadóttir varð afturvald sum grannskoðari
  6. Verkætlan fyru komandi ár
    • Eingin
  7. Innkomin mál
    • Eingi
  8. Ymiskt
    • Einki

Eftir aðalfundin:

Kunnaði Jonhard Larsen um eina App, ið alzheimerfelagið við loyvi frá Videncenter for demens hevur týtt úr donskum til føroyskt. Appin verður tøk og ókeypis at taka niður um stutta tíð, hetta verður eitt hent amboð og ein stór hjálp hjá avvarðandi og starvsfólki.

Barbara Egilstrøð, sum er PhD-lesandi og granskari í viðurskiftum hjá avvarðandi hjá demenssjúkum, greiddi frá, hvørji serlig eyðkenni eru í sambandi við tað at vera avvarðandi og um gerandisupplivingar hjá avvarðandi.
Áhugaverd og hugvekjandi frásøgn um allar tær nógvu uppgávur, ið avvarðandi átaka sær, og hvussu illa tey ofta eru fyri. Nógv og gott prát stóðst av úrslitinum av hesari kanning. Avvarðandi kenna seg aftur í hesum og eru sera ørkymlað. Hetta er enn ein staðfesting, av hvussu hart ein demenssjúka rakar tey avvarðandi. Ein føroysk kanning er eisini gjørd um støðuna hjá avvarðandi, har úrslitið stórt sæð er tað sama.
Tað er alstórum týðningi, tá ið fólk eru úgreinað við eini demenssjúku, at øll, bæði tann sjúki og tey avvarðandi, fáa kunning um sjúkuna, og hvørji tilboði eru til teirra.

Facebook