Teknið um demens – Ein hjálpandi hond

Merkið um demens – ein hjálpandi hond – er eitt sjálvboðið hjálparmerki, ið fólk við demensi hava ment til fólk við demensi. Merkið fæst við 5 lutum: pinnur/nál, lyklaringur, klisturmerki og sum lyklaband við korti í.

Hendurnar vísa, at øllum menniskjum tørvar atlit ella eina hjálpandi hond. Hetta ger seg kanska serliga galdandi fyri menniskju við demensi,sum í mongum førum kunnu hava brúk fyri betri tíð og meira toli ella kanska eyka vinsemi. 

Um tú varnast demensmerkið

Her eru trý ráð í sambandi við demensmerkið. Tey eru ein hjálpandi hond fyri okkum øll:

Tá ið tú setur teg í samband við fólk við demensmerkinum, eigur tú

·        At smílast nærkast blíðliga

·        Spyr ein spurning í senn

·        Set ferðina niður, og vís teimum gjarna vegin

Facebook