Dagtilhaldið Dalalon

Henda frágreiðing snýr seg um royndarverkætlanina Dagtilhald/miðstøð fyri minnisveik, sum hevur fingið navnið Dalalon. Dalalon er ein royndarverkætlan, sum Alzheimerfelagið hevur tikið stig til. Upprunaliga var ætlanin, at verkætlanar-tíðarskeiðið skuldi vera frá 1. juli 2004 til 30. juni 2006, men er hetta síðani longt til 31. des. 2006.

10. juni 2004 fekk Alzheimerfelagið svar frá Almanna- og heilsumálaráðnum uppá umsókn um fíggjarligan stuðul til at royndarkoyra verkætlanina ”Dagtilhald/miðstøð fyri minnisveik í Havn”. Í svarinum stóð m.a., at nú, Tórshavnar kommuna var sinnað at veita stuðul til helvtina av verkætlanini, varð umsóknin gingin á møti, og landskassin vildi bera hina helvtina av útreiðslunum.

Fyri at gera frágreiðingina lættari atkomandi byrjar hon við stuttum samandrátti, niðurstøðu og tilmæli. Annar partur er ein meiri nágreinilig frágreiðing og eftirmeting av sjálvum dagtilhaldinum Dalalon. Aftast í frágreiðingini er eitt uppískoyti, sum sigur frá sjálvbodna virkseminum, sum er farið fram í og út frá ”Miðstøðini fyri minnisveik”.

Les frágreiðingina her