Ársaðalfundur og alment tiltak

Alzheimerfelagið hevur ársaðalfund
-og alment tiltak mikukvøldið tann 17. mars kl 19.30 í fundahølinum hjá Megd, Íslandsvegur 10c

Skrá:
Kl 19.30
Aðalfundur:
skrá sambært lógum felagsins.
Kl. 20.00:
Kanningarúrslitið av ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demens” verður
løgd fram. Maria Skaalum Petersen, lektari á Setrinum og granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, Sáru Reinert og Elisabeth Anthoniussen, masterlesandi, hava staðið fyri
kanningini.
Kl. 20.30
Umboð fyri fyritøkuna Nemlia kemur at greiða frá virksemi sínum. Nemlia er eitt føroyskt felag, ið
mennir KT loysnir til heilsu- og røktarøkið.
Kl. 21.00
Spurningar og kjak.
Vit bjóða kaffi og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nevndin

Facebook