Spennandi størv

Nú søkt verður eftir einum Verkætlanarleiðara og tveimum Landsdemenssamskiparum til Demensklinikkina fegnast vit í Alzheimerfelagnum um, at tað nú verður sett hol á Demensætlanina, ið bleiv handað okkara polittikarum í 2015.

Sum lýsingin sigur, hevur í vár verði arbeitt við verkætlanarlýsing og tey strategisku málini eru gjørd fyri “Demensætlan fyri Føroyar” og er hettar bakgrundin fyri hesi Verkætlan “Demensætlan 2015”.

Alzheimerfelagið vónar, at hettar er ein byrjan uppá at fáa eitt betur skipað demensøki í Føroyum, sum er alneyðugt, um vit sum samfelag kunnu kalla okkum “demensvinarlig”.

Ein spennandi tíð liggur fyri framman innan demensøkið í Føroyum og ynskja vit tykkum alt tað besta.

Fá meira at vit um Verkætlanarleiðara starvi her

Fá meira at vit um Landsdemenssamskipanar størvini her

Facebook