Kanning liðug – soleiðis hevur korona ávirkað demensdeildir

Endamál

Endamálið við kanningini er at fáa vitan um, hvussu starvsfólk á demensdeildum og -heimum meta, at átøkini í samband við korona hava ávirkað búfólkini og tey sjálvi við atliti til trivna, heilsu, sálarfrøðiligar og sosialar førleikar. 

Tilsaman hava 121 starvsfólk svarað hesum dulnevnda spurnablaðið. Hettar svarar til uml. 70% av teimum, sum arbeiða á demensdeildum/heimum. Av teimum sum svaraðu vóru 18.2% sjúkrarøktarfrøðingar, 31 % heilsurøktarar, 29% heilsuhjálparar, 4% annað og 17% ófaklærd. Tilsamans 14% vóru demenssamskiparar.

Samskifti millum búfólk og avvarðandi

Úrslitini vísa, at hóast tað ikki hevur verið møguligt at fáa vitjan á eldarbýlum, hevur samskiftið verið millum búfólk og familjuna. Hóast demenssjúku hava tey flestu samskift við teirra avvarðandi á ein ella annan hátt. Uml. 80% av starvsfólkunum søgdu, at teirra búfólk hava samskift við avvarðandi gjøgnum telefon, og nærum helvtin við Facetime og Messenger. Uml. 70 % siga, at samskiftið hevur verið  gjøgnum vindeyga og 21 %, at búfólk og familja hava hittst uttandura í fjarstøðu. Bert 8% af starvsfólkunum søgdu, at búfólkini ikki vóru før fyri at samskifta.

Metan hjá starvsfólkum, hvørt búfólk hava verið ávirkaði av  koronaátøkum

Úrslitini vísa, at uml 1/3 av starvsfólkunum meta, at búfólkini eru ávirkað av stongslinum, serliga hvat viðvíkur svøvnlagi, matarlysti og tunglyndiseyðkenni. Búfólk hava, eftir metan hjá starvsfólkunum, broytt atferð, bæði á positivan og negativan hátt. Tilsamans 30% siga, at búfólkini eru meira órólig og 40% at tey vilja sleppa út, 30 % at tey vilja sleppa heim, uml. 20% at tey eru meira ótolin og vísa vantandi  gleði. Men 40% av starvsfólkunum meta eisini, at búfólkini vísa nøgdsemi, og 30 %, at tey eru meira rólig og taka meira lut í samrøðuni.  

Ávirkan á starvsfólk orsaka av koronaátøkum

97% av starvsfólkunum siga, at teirra gerandisdagur er broyttur síðani  COVID-19. Hettar vísir seg á ymsan hátt. Serliga eyðsæð er, at 97 % av teimum, sum svaraðu, hava minkað um sínar socialu kontaktir í frítíðini. Annars siga 31%, at vaktirnar er longdar, 24% at brøkurin er øktur, 35% at arbeiðstímarnir eru øktir og heili 63% siga, at arbeiðsbyrðan er økt.

Starvsfólkini eru sum heild nøgd við ta kunning, tey hava fingið í samband við koronaátøkini. 2/3 eru nøgd við kunningina og 68% siga, at tey í stóran mun føla seg ílatin til broytingarnar, sum eru komnar av korona, og at tey hava fingið leypandi kunning um nýggjar leiðreglur. Uml. 44% av starvsfólkunum kenna tó, at arbeiðsbyrðan er ov tung at bera, orsaka av tilmælunum.

Av teimum 121, sum svaraðu spurnablaðnum, søgdu 25% seg verða likamliga ávirkað av korona, serliga við høvuðpínu (63%) og svøvntrupulleikum (58%), meðan áleið helvtin føla seg undir sálarligum trýsti av koronaátøkunum. Av hesum siga 70%, at tey eru stúrin, 56% kenna ótta og 69 % undir sálarligum trýsti av, at búfólkið ikki fær vitjan, og/ella at tey ikki kunnu fara til felagstiltøk.

Kanningin vísur sostatt sálarligt trýst á helvtina av starvsfólkunum. Men 24% svara, at stongsilin eisini hevur havt positivt árin á teirra sálarheilsu. 96% svara, at tey kenna gleði við at geva búfólkum nærleika og 61% siga seg hava merkt størri arbeiðsgleði. Yvir helvtin følir seg vera meira eldhuga fyri at fara til arbeiðis, føla seg meira kreativ í sínum arbeiði og hava í størri mun betri tol. Eisini siga yvir 30%, at arbeiðsfriðurin hevði havt positiv árin.

Niðurstøða

Niðurstøðan er, at stongsulin tykist at hava havt ávirkan á bæði búfólk og starvsfólk, men ikki bert á neiligan hátt. Havast skal í huga, at talan er um búfólk við demensi, og svarini tískil ikki umfata øll búfólk á ellisheimum, serliga ikki tey við varðveittum andsevnum.

Hóast avvarðandi ikki kundu koma á vitjan, vísa úrslitini, at størsti parturin av búfólkunum hava verið før fyri at samskifta við teirra avvarðandi, antin elektroniskt ella í fjarstøðu uttanfyri ella gjøgnum vindeyga. Undir 10% hava ikki haft møguleika at samskifta við teirra avvarðandi, væntandi orsaka av teirra sjúku. Bert ein 1/3 av starvsfólkunum meta, at búfólkini eru ávirkað av stongslinum við m.a. ávirkan serliga á svøvnlagið, matarlystin og tunglyndiseyðkennini. At ikki størri partur er ávirkaður kann skyldast, at tey við demens kanska eru komin so langt í demensgongdini, at tey ikki eru kognitivt før fyri at siga frá ella tosa um sorg og at tey sakna, t.d. tey avvarðandi.

Tiltøkini verða mett at ávirka atburðin hjá búfólki bæði negativt og positivt. Partur av búfólkunum eru meira órólig, ótolin, óglað og vilja sleppa út og/ella heim. Men 40% av starvsfólkunum meta eisini, at summi búfólkini vísa økt nøgdsemi, at tey eru meira rólig og taka meira lut í samrøðuni.

At broytta atferðin hjá teimum demensraktu eisini er  “meira positiv” enn negativ, er sera áhugavert, sæð út frá einum sosialpædagogiskum sjónarhorni innan demensrøkt, har tíð og friður er besta amboði  fyri at finna inn til t.d. samrøðuna, tí fólk við demens klára oftast bara at hugsavna seg um eitt ting í senn. Hettar er nakað, vit kunnu taka við okkum, tá tíðinar broytast og tilveran verður meira vanlig aftur.

Gerandisdagurin er broyttur, og arbeiðsbyrðan hjá flestu starvsfólkunum er økt. Serliga hevur avleiðingin verið, at starvsfólk hava minni sosialt samband í frítíðini, og vitnar hettar um, at at starvsfólkini hava tikið stóra ábyrgd. Tey hava tikið koronatilráðingina  frá heilsumynduleikunum í álvara. Nærum helvtin av starvsfólkunum hava merkt sálarligt trýst av korona við stúran og eru ávirkað av støðuni við, at búfólk ikki kunnu fáa vitjan, og at tey vanligu tilboðini í dagligdegnum ikki eru til staðar. Men vit síggja eisini, at ein fjórðingur av starvsfólkunum siga, at støðan hevur havt positivt árin á teirra sálarheilsu við tað, at tey føla størri arbeiðsgleði, nærveru, tolsemi, eldhuga, kreativitet og størri frið.

Halldis Joensen, demensdemenssamskipari og masterlesandi í leiðslu og organisatiónspsykologi á Aarborg Universitet, stendur fyri verkætlanini, meðan Maria Skaalum Petersen, granskari, er fakligur ráðgevari. Kanningin er staðsett á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Afturat teimum luttaka: Sára Reinert, sjúkrarøktarfrøðingur og Elisabet Antoniussen, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari. Báðar eru masterlesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Facebook