Støðan hjá avvarðandi at persónum við demens skal kannast

Alzheimerfelagið ynskir at vita, hvussu avvarðandi at persónum við demens hava tað. Tí verður skipað fyri talgildari spurnakanning, sum er anonym, við heitinum: ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demens”. Kanningin er stuðlað frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.


Endamálið við kanningini, sum er tann fyrsta av sínum slag millum avvarðandi at persónum fólk við demensi í Føroyum, er at lýsa, hvussu gerandisdagurin í familjum, sum eru raktar av demensi, verður ávirkaður av demenssjúkuni – harundir hvørjar fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar avvarðandi uppliva sum fylgju av demenssjúku.


Alzheimerfelagið heitir á øll avvarðandi at persónum við demensi um at svara hesum spurnablaði. Tá vit snakka um avvarðandi, hugsa vit um persónar, sum eru um fólk við demens, ikki bert familju. Vit vilja fegin, at fleiri frá somu familjum svara, tí tað er ikki vist, at øll uppliva støðuna eins. Jú fleiri svara, jú betri og rættvísari fáa vit lýst støðuna hjá avvarðandi. So tí vil Alzheimerfelagið heita so inniliga á tykkum um at taka tykkum tíð at svara. Tað tekur bert uml. 10-15 min. at svara.


Alzheimerfelagið metir, at tað er av alstórum týdningi at seta sjóneykuna á støðuna hjá avvarðandi at fólki við demensi. Demensur er ein sjúka, sum eisini rakar tey avvarðandi, og eru tey ofta ein gloymdur bólkur. Kanningar uttanlands vísa, at leikluturin sum avvarðandi at persóni við demens kann hava negativa virkan bæði á heilsu og arbeiðslív. Felagið ynskir at gera hesa spurnakanning til tess at kanna støðuna í Føroyum, soleiðis at til ber at kunna politisku skipanina, og at geva myndugleikum og stovnum neyðugu vitanina um støðuna hjá
avvarðandi fyri at kunna gera neyðugu raðfestingarnar.


Tað er Alzheimerfelagið, sum stendur fyri verkætlanini. Maria Skaalum Petersen, granskari, er fakligur leiðari fyri verkætlanini. Afturat henni luttaka Sára Reinert og Elisabet Antoniussen, sjúkrarøktarfrøðingar og master lesandi í eilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.
Tú kanst svara spurnablaðnum talgilt við at fara á hesa leinkjuna:
https://da.surveymonkey.com/r/demens2020


Leinkjan er eisini at finna á heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum (www.alzheimer.fo), eins og møguleiki er at taka spurnablaðið niður av heimasíðuni, svara tí og senda aftur til okkara.

Tak PDF skjal niður her:  PDF SPURNARBLAÐ


Eisini ber til at antin at ringja ella skriva til Alzheimerfelagið og fáa spurnablaðið sendandi við postinum – tlf. 788012 ( eftir kl. 17.30) og teldupostur: alzheimer@alzheimer.fo