Alzheimerfelagið hevur
ársaðalfund
-og alment tiltak mikukvøldið 25. mars kl. 19.00 á Reinsarínum.
19.00
Aðalfundur:
skrá sambært lógum felagsins.
Kl. 19.30
Súsanna Nordendal, virkandi fakligur stjórifyri Familjufyrisitingin,fer at umrøða verjumálslógina við serligum atliti til fólk, sum hava eina demenssjúku.
Kl. 20.00
Poula Árnadóttir Lervig, fulltrúi í Almannamálaráðnum fer at greiðir frá lógaruppskotinum um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
Kl. 20.30
Spurningar og kjak.
Vit bjóða kaffi og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nevndin