Altjóða Alzheimerdagin 2019

Nógv fólk vóru til tiltakið í Smæruni tann 19. septembur í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin. Forkvinnan Ann-Mari Jensen beyð vælkomin og tók samanum tað, ið hevur verið á almenna breddanum seinastu tíðina, serliga í sambandi við løgtingsvalið. M.a. varð skipað fyri einum  pallborðsfundi, har høvi var at seta løgtingsvalevnum spurningar um, hvussu tey kundu hugsað sær at skipað tað demensvinarliga samfelagið út frá  Demensætlanini frá 2015: “Gloymsk men ikki gloymd”. Samanumtikið vóru øll sera jalig og vóru sinnað at skipa demensøkið betur.

Nú nýggj samgonga er skipað og farin til verka, er vón hennara, at tað, ið bleiv lovað upp undir valið, verður framt í verki. Sum hon segði: ”Vit hava so nógv góð fólk, nógva vitan og nógv er longu gjørt. Samfelag okkara er so lítið, at tað skuldi ikki verið so trupult at framt í verki,” og hevði hon hesa áheitan: Lat okkum seta tað sum eitt mál, at Føroyar skulu vera tað besta landið at liva í fyri okkum øll, eisini tey, ið eru rakt av sjúkuni demens og avvarðandi teirra. Forkvinnan  vísti eisini á verkætlanina hjá heimatænastuni í Vágum, har allar kommunur kunnu fáa íblástur til at uppbyggja tað Demensvinarliga Samfelagið.

Christine Swane, mentanarsosiologur, hevði ein áhugaverdan fyrilestur, um hvussu skjótt vit, uttan at vit eru varug við tað, stigmatisera fólk við demenssjúkum, og hvussu umráðandi tað er at vit eru tilvita um hvussu vit samskifta við og um fólk við demenssjúkum.

m.a. hugleiddi hon um heitið demensvinarlig, ið hon heldur eisini kann virka stigmatiserandi.

Jógvan Fríðriksson, bispur, hugleiddi á ein bæði skemiligan og álvarsaman hátt  um ”Tað góða samskiftið”,

Fyritøkan Rosah hevði eina framsýning við  hjálpartólum, ið kunnu gera gerandisdagin hjá  fólki við demenssjúkum lættari.

Eisini var góður tónleikur og sangur, sum Randarsól og Flemming framførdu.