Pilotverkætlan: Demensvinarligt samfelag

Pilotverkætlanin “demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um,
er nú liðug og verður løgd alment fram í Østrøm 19. august 2019. Grundað á, at løgtingsval verður síðst í august 2019,
er tað eitt gott høvi at fáa demensøkið á breddan, og tí skipar Alzheimerfelagið fyri pallborðsfundi aftaná
framløgurnar.

Kl. 19.30 Fyrri partur

  • “Demensvinarligt samfelag” – pilotverkætlan í Vágum
    Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni
  • Verkætlanarlýsing, mál og tilmælir
    Maria Skaalum Petersen, Phd og leiðari í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking
  • Samskipan og samstarv í dagliga arbeiðnum
    Lis Hansen, landsdemenssamskipari
  • “Flowskema” og røktartestamenti
    Majbrith Reynskorð, kommunalur demenssamskipari
  • Kommunalt fyribyrgjandi arbeiði, demens- og avvarðandibólkar
    Arnleyg Haraldsen, kommunalur demenssamskipari
  • Heildartænasta og demenstoymi
    Halldis Joensen, leiðari í Heimatænastuni í Vágum

Spurningar til fyrra part

Kl. 20.30 Steðgur – kaffi / te og køkur
Framløgufólkini eru klár til eitt prát og hava faldarar um verkætlanina og tilmælini. Møguleiki er eisini at
síggja aðrar faldarar og skjøl, ið vórðu gjørd í verkætlanartíðini.

Kl. 20.45. Seinni partur
Alzheimerfelagið skipar fyri politiskum pallborðsfundi um demensøkið. Høvi verður at seta spurningar og
vóna vit at fáa eitt gott kjak.

Facebook